Firum ynskir við hesum øllum føroyingum eina góða ólavsøku.
Á ólavsøku savnast vit og gleðast um øll tey mongu tiltøkini innan ítrótt, mentan og annars øll tey siðbundnu tiltøkini í høvuðsstað okkara, har vit møta vinum og kenningum og njóta samveruna.
Ólavsøkan snýr seg millum annað um tann góða felagsskapin, um ætt, vinir og kenningar, stuttleika og undirhald, álvara og gaman. Nú verður gerandisdagurin lagdur til síðis eina løtu.
Nú er okkara tjóðarhátíð 😊