Fjølmiðlafólk frá KVF vóru við, tá GRÓ-FTP vitjaði MOWI á Hellunum

GRÓ-FTP í Degi og viku

Í 2022 fór Fiskaaling undir eina samstarvstilgongd við íslendska vitanarstovnin GRÓ, ið umsitur ST-menningarskránna Fisheries Training Programme, eitt seks mánaða skeið við luttakarum frá menningarlondum kring heimin. Vitanarstovnurin vísti áhuga fyri P/f Fiskaaling og føroysku servitanini innan aling. Avtalað varð, at Fiskaaling tekur sær av parti av undirvísingini um aling.  

Í døgunum 9. - 13. januar 2023 var Fiskaaling vertur fyri námsferð fyri FTP-skeiðsluttakarum, ið høvdu valt alivinnuna sum sergrein. Saman við umboðum frá Fiskaaling vitjaðu skeiðsluttakarar Bakkafrost, Havsbrún, MOWI, Hiddenfjord, OceanRainforest, Heilsufrøðiligu starvsstovuna, Løgmálaráðið, Fiskaaling og iNOVA. 

Fjølmiðlafólk frá Kringvarpi Føroya vóru við, tá vit vitjaðu MOWI á Hellunum. 
Tú kanst síggja innslagið í Degi og viku her.