Grein um samspæl millum fong og rovdjór útgivin
Tann 28. mars í 2017 kom grein frá Fiskaaling, University of Leeds og University of Hull út í vísindaliga tíðarritinum "PeerJ”.
Greinin kallast "Disturbed flow in an aquatic environment may create a sensory refuge for aggregated prey” og er Open Access, so hon kann lesast í fullum her: https://peerj.com/articles/3121/
Høvundarnir eru Ása Johannesen, Alison Dunn og Lesley Morrell.
Greinin snýr seg um, hvussu smá dýr kunnu brúka órógv í rennandi vatni til at krógva seg fyri rovdjórum.
Tá dýr í áum krógva seg fyri rovdjórum, hjálpir ikki altíð, at tey ikki síggjast, tí rovdjórið kann nýta luktisans. Nógv dýr í einum bólki avgeva meira lukt, og eru tískil lættari at finna. Hinvegin er hent at vera í einum bólki, tí ofta orkar rovdjórið ikki at eta øll dýrini í bólkinum, ella kanska summi kunnu sleppa sær til rýmingar, meðan tey minni hepnu verða etin. Tískil eru mótstríðandi kreftir til staðar, har tað er gott at vera í einum stórum bólki, men ikki um bólkurin verður so stórur, at øll rovdjórini í grannalagnum koma til døgurða í heilum.
Í nýútgivnu greinini varð kannað, um tað bar til hjá dýrum at fara í størri bólkar uttan at blíva funnin, um har var órógv í vatninum, har tey vóru. Órógv í rennandi vatni spjaðir lukt yvir størri øki, og ger tað torførari at finna fram til luktkelduna. Men er hetta órógv nóg mikið til, at dýr kunnu savnast í størri bólkar, enn tey annars gera?
Úrslitini í greinini vísa, at dýr kunnu samla seg í størri bólkar uttan at blíva funnin, um órógv er í vatninum. Hetta merkir, at til dømis í áum við nógvum forðingum (so sum steinar) sum órógva, hvussu vatnið rennur, er lættari hjá dýrum at samla seg í stórar bólkar at krógva seg fyri rovdjórum samanborið við í jøvnum og møkum áum.
Ása Johannesen starvast á Fiskaaling, og granskar í atferð hjá rognkelsum. Nýútkomna greinin byggir á úrslit frá PhD verkætlanini hjá henni, sum varð liðug í 2013. Vitan um, hvussu djór avgera, nær tey fara í bólk, og hvussu stórar bólkar tey fara í, kann vera hent tá aling av nýggjum sløgum skal leggjast til rættis. Til dømis soleiðis at talið av dýrum er passaligt í mun til støddina av karinum.
hósdagur, 13. apríl 2017