hósdagur, 4. februar 2016
Fiskaaling hevur fingið vísindaliga grein við heitinum "Rapid sex identification of Atlantic salmon (Salmo salar L.) by real-time PCR” almannkunngjørda í vísindatíðarritnum "Aquaculture Research”.
Høvuðsrithøvundur er Jonhard Eysturskarð, sum hevur skrivað greinina saman við Margretu Dam, Sunnvør K. í Kongsstovu, Ásu Jacobsen og Petru E. Petersen.
Fiskaaling hevur fyri stuttari tíð síðani ment ein sera einfaldan ílegukanningarhátt, sum ger tað møguligt at staðfesta, um laksayngul er silja- ella rognafiskur.
DNA ekstraktión er vanliga ein óreingjandi partur av mannagongdini, tá ein granskari ger eina ílegukanning. Eitt ótal av DNA ekstraktións-mannagongdum eru tøkar á marknaðinum.
Fleiri fyritøkur hava serkunnleika á økinum og selja ymisk sokallað DNA ekstraktións "kit". Hesi "kit" eru sera kostnaðarmikil, og krevja nógva arbeiðsorku at nýta.
Hóast hugburðurin hjá flest øllum ílegugranskarum er, at hetta er ein mannagongd, sum ikki verður vikið frá, hevur Fiskaaling ment ein ílegukanningarhátt, sum ikki hevur tørv á at brúka eitt DNA ekstraktións "kit".
Greinin skjalprógvar, at hetta er ein sera einfaldur og álítandi ílegukanningarháttur. Av 2.583 fiskum vórðu 1.257 eyðmerktir siljafiskar kruvdir. Bert ein av teimum 1.257 fiskunum var ein rognafiskur.
Kostnaðurin fyri eina ílegukanning er nógv tengdur at kostnaðinum á "kittinum" og DNA ekstraktións-mannagongdini, sum í flestu førum er sera tíðarkrevjandi.
Soleiðis eru bæði tíð og pengar at spara, um ein kann sleppa undan at brúka eitt DNA ekstraktións "kit".
Í 2014 og 2015 vórðu umleið 30.000 fiskar ílegukannaðir uttan at nýta DNA ekstraktións "kit". Fiskaaling hevur brúkt tólini, sum standa á iNOVA til ílegukanningarnar.
Øll greinin kann lesast á
http://onlinelibrary.wiley.com/doi/10.1111/are.13003/abstract