Gransking: Vísindagrein í altjóða ritinum Journal of Fish Diseases leggur fram nýggja vitan um eyðmerking av laksalús. Við at brúka ultraviolett ljós ber til at síggja serliga flúrglógvan frá lýsnum, og soleiðis at tað verður lættari eyðmerkja tær.
Laksalús er, sum kunnugt, ein stór avbjóðing í laksaídnaðinum. Støðan verður ikki betri av, at tað er so torført at finna lýsnar í sjónum - nakað sum at leita eftir nál í sátu.
Í mikroskopmyndini her síggjast tríggjar laksalýs millum ymiskt annað djóraæti.
Av tí at talið av lús er so lítið í mun talið av øðrum verum í sjónum, er hetta er eitt sera tíðarkrevjandi arbeiði. Eisini verða lýsnar eyðmerktar út frá litum, sum tíverri hvørva nakað eftir, at sýni er tikið. Tí er sera avmarkað, hvussu nógv sýni kunnu takast. Við at menna nýggjar mannagongdir við flúrglógvan verður møguligt at taka nógv fleiri sýnir og tískil økja munandi um vitanina um laksalýsnar, ímeðan tær eru í sjónum.
Í granskingarverkætlanini Fluorolice er endamálið at menna hesa mannagongdina at eyðmerkja laksalús við flúrglógvan, t.v.s. at tær verða sjálvlýsandi í sýninum, og tískil verður skjótari at finna tær í mun til kanningarhættir, sum vanliga verða nýttir.
Nýggja vísindagreinin leggur fram granskingarúrslit frá verkætlanini. Her hava granskarar funnið júst ta bygljulongdina, sum er sermerkt fyri laksalús. Við hesi vitanini ber tí til at síggja ljósið, sum laksalús gevur frá sær við ultraviolettum ljósi.
Trýst her fyri at lesa greinina.
Gunnvør á Norði, sum er deildarleiðari og granskari á Fiskaaling, er viðhøvundur á greinini. Tilsamans átta høvundar úr Noregi, Skotlandi og Føroyum eru á greinini, har Cameron R.S. Thompson er meginhøvundur.
Havforskningsinstituttet í Noregi er verkætlanarleiðari á Fluorolice, og samstarvspartar eru Marine Scotland Science, Universitetið í Stirling, OptoScale og Fiskaaling.