Granskarar frá Fiskaaling á altjóða vísindaligari ráðstevnu

Altjóða ráðstevnan ECSA 59 var í San Sebastian í Spania 5-8 septembur. ESCA er stytting fyri “Estuarine & Coastal Sciences Association”, og snýr seg um burðardygga umsiting av havumhvørvinum í strandarlondum.  

Nátturan er undir økjandi trýsti orsaka av menniskjaelvdum árinum. Hetta hevur m.a. ført til veðurlagsbroytingar, dálking av høvunum, broytingar í vistskipanum, minking av lívfrøðiliga margfeldinum og ovurnýtslu av okkara náttúrutilfeingi. 

Fyri at bøta um hesi árin, krevst burðardygg umsiting av umhvørvinum, ið byggir á bestu vísindaligu vitanina. 

Ein ráðstevna sum hendan, gevur granskarum frá øllum heiminum møguleikan at hittast, vísa nýggjastu gransking fram og leggja lunnar undir altjóða samstørv. Hetta er sera týdningarmikið, tí náttúran virðir ikki landamørk, og tí er neyðugt við samstarvi millum lond um eftiransing og umsiting av umhvørvinum.   

Granskarar frá Fiskaaling høvdu framløgur og postara um gransking, ið er framd á Fiskaaling seinastu árini.   

Birgitta Andreasen hevði framløguna “Developing an ecological classification system for the benthic macrofauna in Faroese fjords”, og vísti úrslit frá eini verkætlan, har ið ein føroysk flokkingarskipan varð ment til botndjór á føroysku firðunum. Úrslitini skulu eftir ætlan nýtast í sambandi við umhvørviseftirliti á føroysku firðunum. Meira um frágreiðingin kann lesast her: Fiskaaling rit: Slóðbrótandi flokkingarskipan fyri botndjór í Føroyum. Fólk vóru sera hugtikin av at síggja hetta slagið av granskingarúrslitum úr Føroyum. 

 

Sandra Ljósá Østerø hevði framløguna “Ecosystem services by Integrated Multi-Trophic Aquaculture in a coastal area: A study with commercial fish farming and blue mussels”. Framløgan snúði seg um samaling av laksi og kræklingi, har ið endamálið er at minka um umhvørvisdálking frá laksaaling. Framløgan fevndi um úrslit frá SureAque og AquaVitae verkætlanunum, ið Fiskaaling er partur av. 

Lesast kann um verkætlaninar her SureAqua (fiskaaling.fo) og her AquaVitae (fiskaaling.fo). Umframt Sandrusa framløgu, vóru fleiri áhugaverdar framløgur um ymisk sløg av samaling.  

Eisini hevði Fiskaaling ein postara á ráðstevnuni, har ið Sissal V Erenbjerg vísti úrslit frá numeriska myndilinum FarCoast, og sambandi ímillum rák og flutningi av seiðalús í Sundalagnum, har nógv áhugavert prát fór fram. Hesin postarin er ein partur av verkætlanini FMHAT (Heim - Gransking (axeltra.com)), sum snýr seg um at víðarimenna havmyndilin hjá Fiskaaling, FarCoast, ið er fíggja av Fiskaaling og granskingarráðnum (verkætlan nummar 0464).  

 

Á ráðstevnuni vóru nógvar framløgur um biogeokemiska modellering, har myndlar sameina vísindagreinar innan lívfrøði, jarðfrøði og evnafrøði. Hesir myndlar verða síðani bundnir saman við havfrøðiligar myndlar, fyri at fáa eina meira fullfíggjaða mynd av vistskipanunum. Hettar er serliga áhugavert fyri granskarar á Fiskaaling í samband við stóru verkætlanina FjordProcess, sum er eitt samstarv millum Havstovuna, Århus Universitet og Fiskaaling, har ið ein tílíkur myndil verður knýttur at havfrøðiliga modellinum hjá Fiskaaling, FarCoast, fyri at lýsa vistskipanina í Tangafirði. Lesast kann um verkætlanina her: Heim - Gransking (axeltra.com). Verkætlanin er fíggja av Havgransking í Norðurhøvum (verkætlan nummar 8012).  

Afturat hesum, vóru nógvar áhugaverda framløgur um burðardygga umsiting av havumhvørvinum, m.a. um Nature Based Solutions (NBS), har ið endamálið er at nýta náttúrligar loysnir, til at minka menniskjaelvd árin á náttúruna.  

Nógvar framløgur vóru um verðandi og nýggj háttaløg innan umhvørvis-eftiransing frá ymiskum londum, hetta kann eisini nýtast sum íblástur til umhvørvis gransking og eftiransing í Føroyum.