Aino Hosia frá 'University Museum of Bergen' og Amanda Vang úr 'Firum' arbeiða saman um at greina hvalspýggjur, sum eru savnaðar saman í samband við GLOBECC ”kick off” treffið.

GLOBECC verkætlanin um hvalspýggju góða byrjan

Í august mánaði varð loyst frá landi við GLOBECC verkætlan um hvalspýggjur í føroyskum sjógvi. Tað er Dr. Amanda Vang, deildarleiðari á Firum, sum stendur á odda fyri hesi verkætlan.

Í Noreg og Skotlandi hevur alivinnan avbjóðingar av smáu hvalspýggjunum. Tá hitin í sjónum er til vildar, blóma hesar hvalspýggjurnar í so stórar mongdir, at tað er til stóran ampa fyri alifisk, sum jú ikki fær flutt seg undan. Hvalspýggjurnar brenna sár á skræðu og táknur, og tað plágar fiskin illa.

GLOBECC er í ferð við at byggja upp eitt sterkt netverk av norskum granskingarbólkum og granskingarverkætlanum.

Herfyri vóru tveir serfrøðingar, við serkunnleika í ávikavist at eyðmerkja hvalspýggju við mikroskopi og arvafrøðiligum kanningum, her í Føroyum í eina viku. Endamálið var uppbyggja sterkt samstarv millum føroyskar og norskar granskingarstovnar.

Fremsti spurningur er at vita, um apolemia kann gerast sami trupulleiki her í Føroyum, sum hon er vorðin í Noreg.

Toymið møttist við starvsfólk á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum komu til GLOBECC við sínum serkunnleika í arvafrøði. Tey vilja nú brúka nýggjar hættir at kanna DNA frá føroyskum hvalspýggjum fyri at finna fram til, um talan er um sama slagið, sum hevur elvt til trupulleikar í alivinnuni í Noreg.

Havstreymarnir binda saman londini bæði, Noreg og Føroyar. Tí skulu vit arbeiða saman um og finna fram til, um og hvussu skaðiligu hvalspýggjurnar flytast frá heitu høvunum í suðri til kalda farvatnið uppi í arktis. Havstovan leiðir eina GLOBECC verkætlan um flytingar í havinum og savnar í hesum sambandi saman hvalspýggjur á túrum hjá Jákupi Sverra.

Hetta var fyrsta í eini røð av samlingum. Eitt sokallað ”kick-off”. Í vár koma granskararnir aftur til Føroya at arbeiða víðari við evninum. Í løtuni verða nógv sýni tikin, og nógvar dátur savnaðar saman. Síðani skal tilfarið arbeiðast ígjøgnum, áðrenn niðurstøður verða gjørdar. Ætlandi verður verkætlanin liðug í 2026.

Verkætlanin er fíggjað av Granskingarráðnum og við samstarvsstuðli. Ein síðuvinningur er, at umframt fleiri útlendskar samstarvsfelagar eru tað fleiri luttakarar úr Føroyum, sum arbeiða saman um verkætlanina.

 

Verkætlanarsamstarvsfelagar:

Føroyar
Firum - Verkætlanarleiðari. Amanda Vang, Eirikur Danielsen
Havstovan - Ian Salter
Heilsufrøðiliga Starvsstovan - Debes H. Christiansen, Maria Marjunardóttir Dahl, Petra Petersen
Sjósavnið - Heini Hátún
Bakkafrost - Jógvan Johansen

Noreg
Universitetsmuseet i Bergen - Luis Martell, Aino Hosia
Havforskningsintituttet - Tone Falkenhaug

Skotland
Bakkafrost - Kimberly McKinnell

 

Mynd 1: Luis Martell frá University Museum of Bergen heldur skeið fyri GLOBECC um eyðmerking av hvalspýggju.

 

Mynd 2: Aino Hosia frá University Museum of Bergen og Amanda Vang úr Firum arbeiða saman um at greina hvalspýggjur, sum eru savnaðar saman í samband við GLOBECC ”kick off” treffið.

 

Mynd 3: Toymið vitjar Ian Salter frá Havstouni umborð á Jákupi Sverra fyri at hava hugarok, brainstorm, um, hvussu man á møguligar og hugsandi mátar kann savna saman hvalspýggjur úr køldum og heitum havstreymum.