hósdagur, 6. februar 2014
Fiskaaling hevur fingið GlobalG.A.P. góðkenning sína endurnýggjaða.
Fiskaaling bleiv GlobalG.A.P. góðkent tíðliga í 2012. Hesin standardurin skal endurnýggjast á hvørjum ári.
Í samband við endurnýggjan av góðkenningini verður gjørt eftirlit á støðunum hjá Fiskaaling fyri at vita, um støðið er tað, sum kravt verður fyri at fáa endurnýggjaða góðkenning.
Dagarnar 16. og 17. januar 2014 hevði Fiskaaling vitjan av Karin van de Braak úr Hollandi. Hon er auditor, og umboðar Det Norske Veritas.
Hennara ørindi vóru at endurskoða mannagongdir og umstøður á Fiskaaling í samband við framleiðslu av laksarognum og -yngli til alivinnuna.
Úrslitið av vitjanini var, at Fiskaaling hevur fingið góðkenningina endurnýggjaða.
Til ber at síggja góðkenningina við at trýsta her.