hósdagur, 3. desember 2015
Í Frøði, sum júst er komið í handlarnar, er eitt tema um laksalús, har fýra granskarar á Fiskaaling lýsa lívsringrásini hjá laksalús, og hvussu hon smittar.
Eisini verður greitt frá árinum, sum lúsin hevur á laksin, ílegubroytingum, sum gera hana mótstøðuføra, og hvussu mótstøðuførið eftir fáum árum kann spjaða seg frá einum lítlum avmarkaðum øki, til alt Norðuratlansthavið.
Royndir við at nýta rognkelsi sum lúsaátara í aliringum, umframt royndir og møguleikar at ala rognkelsi, eru eisini lýstar í blaðnum.