mánadagur, 24. september 2018
VÍSINDAVØKA: Rognkelsir hava víst seg at vera eitt gott amboð í hernaðinum móti laksalýs. Atferðarkanningar hjá Fiskaaling av rognkelsum vísa, at tá tey verða slept í aliringarnar, hava bæði skjól og beinleiðis fóðring av teimum avgerandi týdning fyri, hvussu tey klára seg í ringunum. Í sambandi við átakið hjá Granskingarráðnum undir heitinum, Vísindavøkan á ferð 2018, hevur Ása Johannesen, granskari á Fiskaaling, hildið almenna framløgu á Seglhúsloftinum um atferðina hjá rognkelsum og laksi í tveimum alibrúkum í Føroyum.
Alivinnan hevur tíbetur verið væl spard fyri sjúkum seinnu árini, men ein trupulleiki hevur verið vaksandi talið av laksalýs í alibrúkunum. Nógvir hættir eru at basa laksalús, og ein av teimum, ið eisini hevur tann fyrimunin, at hann er lívfrøðiliga burðardyggur, er nýtsla av rognkelsum, sum eta laksalýs av skræðuni hjá laksinum.
Fortreytin fyri at brúka rognkelsi í hernaðinum móti laksalýs er, at tey trívast millum laksin í aliringunum. Ása Johannesen, granskari á Fiskaaling, sum hevur gjørt nógv við at granska í hesum slagi av reinsifiskum, hevur millum annað gjørt atferðarkanningar av rognkelsum, tá tey verða sett út í alibrúkini.
Í sambandi við afturvendandi átakið hjá Granskingarráðnum, Vísindavøkan á ferð, helt Ása Johannesen herfyri almennan fyrilestur við framløgu á Seglhúsloftinum á Tvøroyri undir heitinum, Atferð hjá rognkelsum og laksi í tveimum alibrúkum í Føroyum. Kanningarnar vórðu gjørdar í 2015-16 við millum annað livandi upptøkum beinleiðis úr aliringunum.
Í framløgu síni vísti Ása Johannesen millum annað á, at góður trivnaður hjá rognkelsum er avgerðandi fyri, at tey gera neyðugu nyttuna í alibrúkunum. Kanningarnar vísa, at ein rættiliga avgerandi fortreyt fyri, at rognkelsini trívast, er at tey hava hava skjól og harvið vernd í aliringunum. Somuleiðis at tey verða fóðrað árið runt. Í tíðarskeiðnum fyrstu tríggjar mánaðirnar í árinum, mugu tey fóðrast serliga væl, tí tá er lítið og einki plankton ella annað at eta í sjónum.
Rognkelsini eru fyri tað mesta ov smá til at liva av alifóðurinum hjá laksinum, tí tað er sjálvandi framleitt til nógv størri fisk, og hartil eru ikki røttu føðsluevnini til rognkelsi í laksafóðrinum. Fyri at tryggja góð livikor, er tí rættiliga avgerandi, at rognkelsini fáa fóður, sum er egnað til tey.
Harafturat má hædd takast fyri teimum oftani hørðu veðurviðurskiftunum við bæði vindi og hørðum streymi. Hetta ger tað neyðugt at seta út skjól í aliringarnar sum rognkelsini kunnu søkja sær vernd í.
Myndin omanfyri er frá videoupptøkum av rognkelsum í aliringunum.
Um nakar ynskir at vita meira um hetta, ber til at seta seg í samband við Ásu Johannesen, granskara á Fiskaaling, tlf. 774764, t-postur: asajoh@fiskaaling.fo.