hósdagur, 13. januar 2011
Tíðindaskriv
Fyrstu rognini koma við flogfari í dag
Avtalan um kynbótasamstarv millum Fiskaaling og SalmoBreed, sum varð undirskrivað á heysti í fjør, kemur av álvara í gildið í dag.
Við flogfarinum úr Keypmannahavn, sum lendur í Vágunum kl. 14.00 í dag, koma fyrstu rognini frá SalmoBreed til Fiskaaling. Talan er um 120.000 stk. sokallaði eliturogn, sum eru skræddaraseymaði til Fiskaaling eftir ynskjum frá føroysku alivinnuni.
Talan er um 4 bólkar á 30.000 rogn við ymiskum eginleikum nevnd helse 1, helse 2, vekst 1 & vekst 2. Hesir bólkar kunnu síðani setast saman eftir teimum ynskjum, sum føroyka alivinnan kemur at hava.
Rognini verða løgd inn við Áir, klækt og ganga síðani her í okkurt um eitt ár, tá tey verða flutt suður á lívfiskastøðina í Skopun. Har gongur fiskurin til hann verður búgvin til strúkingar á heysti 2014, tá hann verður fluttur norður aftur til Áir at strúka og rognini seld føroysku alarunum.
Spennandi verður at fylgja gongdini frá eygarognum og fram til at hesin fiskurin verður búgvin og rognini undan honum seld føroysku alarunum. Vit á Fiskaaling fegnast um hesa avtaluna við eitt av fremstu kynbótfeløgunum í heiminum, og fer hetta óiva at hava alstóran týdning fyri føroysku alivinnuna frameftir.