mánadagur, 27. februar 2012
Lívfrøðingafelagið skipar fyri fyrilestri týskvøldið 28. februar kl. 19.30.
Petra E. Petersen, Ph.D. lesandi á Fiskaaling heldur fyrilesturin við heitinum:
"Ílegukanningar av landgruns- og bankatoski"
Serligur áhugi hevur ofta verið fyri bankatoskinum, ið er sera stórur, vakur og góður fiskur samanborið við annan tosk.
Vakstrarumstøðurnar eru serstakliga góðar á bankanum og hava helst sítt at siga. Men í hvønn mun kann orsøkin til serligu eginleikarnar hjá bankatoskinum vera at finna í ílegunum?
Hesin spurningur verður settur í einari PhD verkætlan, ið fer fram á Fiskaaling, og nøkur úrslit úr hesari verkætlan vera løgd fram.
Verkætlanin umfatar eisini viðurskifti í sambandi við aling av toski og vit fara í hesum sambandi at viðgera týdningin av ílegukanningum í aling.”
Fyrilesturin verður hildin á Náttúrugripasavninum á Debesartrøð og øll eru vælkomin.