fríggjadagur, 25. apríl 2014
Starvsfólk hjá Fiskaaling hava og fara at halda nakrar fyrilestrar, sum verða vístir í sjónvarpssendingini Speki hjá Kringvarpi Føroya.
Tann fyrsti fyrilesturin hevur verið. Tað var Petra Petersen, sum helt fyrilestur undir heitinum "Ílegur í sambandi við aling”.
Niðan fyri sæst eitt yvirlit yvir fyrilestrarnar, sum hildnir verða, og ein stuttur samandráttur av innihaldinum.
Fyrilestrarhaldari: Petra E. Petersen, Ph.D. lesandi
Heiti á fyrilestri: Ílegur í sambandi við aling
Fyrilesturin snúði seg um hvønn týdning ílegugransking hevur í aling. Serligur dentur varð lagdur á, hvussu ílegugransking kann nýtast til at forða fyri skaðiligum árinum av innannøring. Sìðani varð greitt frá einari roynd við bankatoski, sum fór fram á sjódeplinum hjá Fiskaaling í Nesvík, har ílegukanningar og sonevndar "faðirskapstestir” vórðu nýttar at meta um vandan fyri innannøring í aldum toski.
Fyrilestrarhaldari: Ása Johansen, Granskari, PhD
Heiti á fyrilestri: Rognkelsi sum reinsifiskur.
Í 2013 varð ein roynd gjørd fyri at vita, um rognkelsi kunnu brúkast sum reinsifiskar. Royndin varð útførd í trimum kørum har laksur varð smittaður við lús, og síðani kannaður einaferð um vikuna, fyri at vita um lýs vóru á. Kørini vóru ymisk í mun til rognkelsi, soleiðis at til bar at síggja, um rognkelsi høvdu nakra ávirkan á talið av lús í karinum. Harafturat vóru videoupptøkur nýttar til at eygleiða atferð hjá rognkelsi og laksi. Fyribilsniðurstøðan er, at rognkelsi kunnu brúkast til at niðurberja lús, og næsta stig verður at fara út í alibrúk at royna úrslitini har.
Fyrilestrarhaldari: Knud Simonsen, Granskari, Dr. Scient í havfrøði
Heiti á fyrilestri: Rák og gróður í Kalbaksfirði
Hvussu nógv bera firðirnir? Hetta hevur verið ein afturvendandi spurningur, síðani alivinnan byrjaði. Slíkar metingar eru gjørdar, men sera skiftandi veðurlagið hjá okkum gevur eisini avbjóðingar á hesum økinum. Árini 2006-2007 var eitt serligt mátingar átak gjørt á Kalbaksfirði. Í fyrilestrinum verður greitt frá nøkrum av hesum mátingunum, og í hvønn mun ferska vatni, sum rennur úr áunum, og vindur ávirka rákið í Kalbaksfirði.
Fyrilestrarhaldari: Heðin Abrahamsen, Granskari, MSc
Heitið á fyrilestri: Aling á opnum havi
Aling fer longu fram á flestu vardu økjum í Føroyum. Neyðugt er tí at fara út á meira harðbalin øki, um alivinnan skal vaksa. Fiskaaling, saman við vinnu og veitarum, er í holt við eina verkætlan, har tvey alibúr verða løgd eystan fyri Nólsoynna. Tó verður ongin fiskur í teimum fyribils. Alda og streymur eru mátað í økinum síðani 2010. Teldumyndlar eru gjørdir av búrum í teimum líkindum, sum eru væntandi út frá mátingunum. Útgerðin er tillagað teimum kreftum, sum eru væntaðar eftir teldumyndlunum. Tá búrini eru komin at liggja, verða kreftir í teymum og nótum mátað. Hesar kreftir verða samanbornar við tær, ið teldumyndlarnir góvu, so teldumyndlarnir kunna gerast betri. Verður úrslitið av hesi verkætlan jaligt, kann hon verða grundarlag fyri næsta stigi, sum er at hava fisk í búrunum.
Fyrilestrarhaldari: Ása Jacobsen, Ph.D. lesandi í biotøkni
Heitið á fyrilestri: Veikur bindivevnaður í fiskaflaki
Flakið av summum fiskasløgum hevur viðhvørt hol og rivur í sær. Hetta er ein góðskutrupulleiki, ið merkir, at vøran hevur lægri søluvirði. Grundleggjandi orsøkin til hetta fyribrygdi er ókend, hóast royndir og gransking hava víst á ymiskt, ið hevur ávirkan. Fyrilesturin greiðir frá eini verkætlan, ið hevur til endamáls við biotøkni at lýsa munin á bindivevnaði við og uttan hesi hol og rivur.
Fyrilestrarhaldari: Kirstin Eliasen, Ph.D., Havlívfrøðingur
Heitið á fyrilestri: Nebbasild, eitt vistfrøðilig bindilið
Í mong ár hava granskarar á Havstovuni eygleitt, hvussu orkan frá gróðri verður flutt upp til hægru verur, so sum tosk, hýsu og sjófugl, uttan at vita hvør vera hevur staðið fyri hesum flutningi. Hildið hevur verið, at nebbasildin er ein partur av svarinum, og í 2009 varð farið undir einaverkætlan, sum hevði til endamáls at kanna nebbasild og hennara vistfrøðiliga leiklut á føroyska landgrunninum.
Nebbasild hevur ein sjáldsaman atburð, og er tí ikki altíð líka løtt at kanna. Men komið varð fram til, at skjótur vøkstur og føði er týdningarmikið fyri, at hennara tilgongd skal verða góð. Nakað óvæntað varð eisini staðfest, at hitin í sjónum hevur ein stóran leiklut í hennara trivnað.
Fleiri sjófuglasløg eru nær tengd at nebbasild, serstakliga í burðartíðini, og er hetta einki undantak á føroyska landgrunninum. Eitt tætt samband varð funnið millum nebbasild og burðaravlopið hjá rytu. Við hesum kann burðaravlopið hjá rytu, ið er munandi lættari at máta enn nebbasild, nýtast sum eitt mát fyri støðuna hjá nebbasildini. Hetta kann so aftur verða eitt hent amboð, tá vinnulig fiskasløg, so sum toskur, skulu veiðast burðardygt.
Fyrilestrarhaldari: Knud Simonsen, Havfrøðingur
Heitið á fyrilestri: Sjóvarfalsorka, - ein møgulig rein orkukelda
Tøknin til at gagnnýta orkuna í sjóvarfalsrákinum er í stórari menning úti í heimi, og spírar til líknandi virksemi síggjast nú eisini í Føroyum. Í framløguni verður leysliga greitt frá um hesa tøknina, og um ætlanir at seta út hesa tøknina hjá næstu grannum okkara fyri sunnan. Síðani verður greitt frá verkætlan, har streymmátingar og teldumyndlar eru nýttir til at gera eina meting av orkunøgdina, sum er í rákinum í føroysku sundunum.