mikudagur, 12. oktober 2011
Inga Kristiansen hevur skrivað eina frágreiðing um royndir við ætiframleiðslu í Nesvík.
Verkætlanin varð stuðla av ranskingarráðnum og hevði sum endamál at kannað møguleikan at stýra ætiframleiðsluna betur í hyljunum í Nesvík. Æti úr hyljunum kann nýtast sum fóður til ymisk marin fiskasløg, ið arbeitt verður við á Sjódeplinum í Nesvík.
Frágreiðingin er nú tøk her. Aðrar eldri frágreiðingar verða eisini tøkar í næstum, og ætlanin er at leggja nýggjar frágreiðingar út á heimasíðuna, so hvørt tær eru klárar.