Gransking: Netráðstevnan Vitan til varandi aling 2021, sum Fiskaaling skipaði fyri 5. mars, kann nú síggjast á YouTube. Framløgurnar á ráðstevnuni vísa á fleiri viðurskifti, sum á ymiskan hátt kunnu vera alivinnuni at gagni.
Nú ber til hjá øllum, ið ikki høvdu høvi at síggja og hoyra ráðstevnuna Vitan til varandi aling 2021, at fara inn á YouTube og fáa sjón fyri søgn. Onkur annar kundi kanska hugsað sær at sæð eina ella fleiri framløgur aftur, og tað er nú eingin forðing fyri tí.
Ráðstevnan varð býtt í tríggjar partar á uml. 1½ tíma: Burðardygg nýtsla av firðum, Lús og Fiskavælferð. Ráðstevnan liggur soleiðis eisini skipað undir trimum yvirskriftum á YouTube: Vitan til varandi aling 2021 (1/3), (2/3) og (3/3). Í endanum á hvørjum parti svara framløguhaldarar spurningum, sum hyggjarar sendu inn undir sendingini.
Nýggj vitan
Endamálið við ráðstevnuni var at viðgera og leggja fram nýggjastu vitan, sum hevur týdning fyri føroysku alivinnuna. Ráðstevnan savnaði granskarar og fakfólk úr vinnuni, frá almenna myndugleikanum og frá granskingarumhvørvinum sum heild.
Fleiri heftu seg serliga við møguleikarnar, sum arbeiðið við eDNA letur upp fyri. Talan er um eitt amboð, sum kann eitt nú brúkast til at monitorera alguvøkstur og botndjórasamfeløg. Metingar um umhvørvisárin hava stóran týdning fyri burðardygga aling.
Lúsin er ein afturvendandi trupulleiki í alingini. Nógv verður granskað, og vitanin um lúsina gerst alsamt betri. Tað hevur týdning at gagnnýta alla hesa vitanina, soleiðis at alingin kann leggjast til rættis á best møguligan hátt. Ein fortreyt fyri tað er ein felags fatan fyri liviumstøður og atferð hjá sjálvari lúsini.
Vitan til varandi aling 2021 er partur av framhaldandi arbeiðinum at leggja fram vitan, og soleiðis eisini tryggja, at henda vitanin kemur út millum teir partar, sum kunnu gagnnýta hana víðari fram á leiðini fram móti burðardyggari og varandi aling í Føroyum.
Sjálvar framløgurnar (PDF) eru eisini at finna á heimasíðuni hjá Fiskaaling.
Vitan til varandi aling 2021 - 1/3