VÍSINDAGREIN: Fiskaaling hevur latið gjørt kanning um modellering av laksalýs í føroyskum alibrúkum. Úrslitini av kanningini eru nú útgivin í vísindaligari grein, sum tekur støði í lúsateljingum hjá Fiskaaling. Greinin verður róst av ummælarum í altjóða vísindatíðarriti, har hon kemur út í eini nýggjari evnisútgávu. Vísindagreinin snýr seg um eina kanning, ið lýsir myndina av støðuni viðvíkjandi laksalús í føroyskum alibrúkum. Í september í fjør, tá Hannes Gislason umboðandi Fiskaaling helt fyrilestur á altjóða ráðstevnu í Írlandi um laksalús, varð hann boðin at skriva grein til eina evnisútgávu í vísindatíðarritinum, Journal of Fish Diseases, við laksalús sum høvuðsevni. Kanningin er gjørd á Fiskaaling, har Hannes Gislason starvast sum parttíðargranskari, og á Fróðskaparsetri Føroya, har hann er professari í kunningar- og samskiftistøkni, og hevur dátugreining, hagfrøði og bioinformatik sum síni granskingarøki. Úrslitini í greinini eru býtt í tveir partar. Fyrri parturin snýr seg um eitt modell, ið kann simulera gongdina í lúsatølum og tann ofta stutta virknaðin av lúsaviðgerðum, eins og gerð av forsøgnum um lúsatøl ein til tveir mánaðir fram í tíðina. Seinni parturin viðger nýggjar tíðarseriugreiningar við atliti til at finna vakstrartíðina hjá laksalús í føroyskum sjóhita. Greinin inniheldur eisini metingar um nøring av laksalús við ymiskum markvirðum fyri kynsbúnar lýs, eins og leggur upp til kjak um nýggju kunngerðina um laksalús. Síðani grundgevur greinin fyri at minka um smittutrýstið við at lækka markvirðið fyri kynsbúnar lýs, eins og áseta markvirði fyri yngri lýs. Og síðst, men ikki minst, at umhugsa mørk fyri nøgdina av fiski í alibrúkunum. Vísindaliga greinin verður róst av ummælarunum í tíðarritinum, har ein teirra gevur greinini hesi skoðsmál: "Tað eydnast heilt greitt at røkka málinum við kanningini. Nevniliga at menna eitt hagfrøðisligt modell av teljidátum fyri laksalýs, at simulera støðið fyri vaksnar kynsbúnar lýs, umframt at simulera og soleiðis skilja tær lítið virknu viðgerðirnar, sum verða nýttar í royndini at basa lýsnum. Eg eri sera hugtikin av kanningini, modellinum og dátuviðgerðini, og talan er um eina týdningarmikla kanning, ið kann fáa stóran týdning fyri alivinnuna í Norðuratlantshavi.” Sum granskari, knýttur at Fiskaaling, hevur Hannes Gislason hagfrøðisliga greinað og modellerað lúsateljingar hjá Fiskaaling. Endamálið var at simulera gongdina í lúsatølunum og tann ofta stutta virknaðin av viðgerðum ímóti laksalýs. Hetta fyri vónandi betur at kunna skilja og hjálpa til við at minka um lúsatrupulleikan. - Fyri hesa granskingina vóru regluligu lúsateljingarnar hjá Fiskaaling á føroyskum alibrúkum sera týdningarmiklar, eins og góða samstarvið við alivinnuna, ið loyvdi almannakunngering av lúsadátum fyri dulnevnd aliøki. Eitt nú vístu leiðarar, djóralæknar og onnur starvsfólk í alivinnuni stóra vælvild og áhuga fyri at luttaka og kjakast um lúsaforsøgnir og modellering av laksalús á fundum um lúsatrupulleikan á Fiskaaling, sigur Hannes Gislason. Úrslitini og góðu ummælini av vísindaligu greinini geva ábendingar um, at eitt týðandi føroyskt granskingararbeiði innan laksalús – til gagns fyri bæði føroysku og altjóða alivinnuna – er greitt úr hondum. Kelduávísing til vísindagreinina: Gislason H. Statistical modelling of sea lice count data from salmon farms in the Faroe Islands. J Fish Dis. 2017;00:1–21. Leinkja: http://rdcu.be/yNq8 (Leinkja riggar á teldu, men ikki umvegis snildfon)