fríggjadagur, 29. august 2014
Eitt bretskt sjónvarpslið hevur verið í Føroyum og gjørt upptøkur um millum annað føroyska alivinnu til ein part í sjónvarpsrøð um strandaøki. Parturin verður væntandi sendur næsta summar.
Fólk frá bretskum sjónvarpi hava verið í Føroyum, her upptøkur eru gjørdar um millum annað føroyska alivinnu. Tosað var millum onnur við Øystein Patursson frá Fiskaaling.
Øystein Patursson sigur, at sjónvarpsfólkini, sum vóru frá BBC 2, gera eina sendirøð, sum í høvuðsheitinum lýsir strandaøki í Bretlandi og oyggjunum norðanfyri. Av og á fara tey tó eitt sindur longri, og hesaferð komu tey til Føroya, tí tey í Bretlandi høvdu sæð nakrar sjónvarpslýsingar um Føroyar og føroyska alivinnu.
Tað, sum serliga hevði fangað teirra áhuga, sigur Øystein Patursson, var, at tey frættu, at føroyingar ikki nýta antibiotika í alivinnuni.
Tey gjørdu av at koma til Føroya at gera part um aling á harðbalnum økjum. Umstøðurnar, føroyingar ala undir, eru heilt øðrvísi, enn tær eru aðrastðani, har langir firðir og skergarðar gera tað munandi lættari at ala.
Tosað varð við Øystein Patursson um aldu- og streymviðurskifti kring Føroyar, og um royndarvekætlanina við aliringum á opnum havi eystan fyri Nólsoy.
Umframt Fiskaaling varð eisini tosað við umboð fyri Bakkafrost. Onnur evni enn alivinna verða eisini lýst í hesum partinum um Føroyar.
Meira fæst at vita um sendirøðina hjá BBC 2 á adressuni niðanfyri:
http://www.bbc.co.uk/programmes/b006mvlc