fríggjadagur, 4. mars 2016
Poul Michelsen, landsstýrismaður, tók ikki smáan til, tá
hann fyrrapartin setti alivinnuna 2016 á Hotel Føroyum.
Hann staðfesti, at Føroyar eru fremst í heiminum, tá tað ræður
um alivinnu. Men tað krevur samstarv millum vinnu og politiskan myndugleika, segði
hann.
Hann metti tað hugtakandi at síggja, hvussu væl alivinnan hevur
klárað at tillagað seg umstøðurnar, og hevur ment seg upp gjøgnum tíðina.
Landsstýrismaðurin tóktist bjartskygdur, tá talan var um stíðið
móti laksalúsini, sum er temaðið á hesi aliráðstevnuni.
Hann endurtók tað, sum boðað er frá fyrr, at alilóggávn skal
endurskoðast við nýggjum framleiðslu- og vinnumøguleikum.
Hann fegnaðist um, at vinnan sjálv gongur á odda, tá talan
er um nýskipanir og broytingar, sum hava havt við sær, at froyskur laksur ikki
bara er millum heimsins besta, men rætt
og slætt tann besti yvirhøvur.