hósdagur, 16. februar 2017
Um dagarnar hittast granskarar úr fleiri londum í Reykjavík, har millum annað verður tosað um aling í útjaðaraøkjum.
Evnið er innovatión við atliti at, hvussu til ber at fáa mest møguligan burðardyggan vøkstur í alivinnu. Hugt verður at avbjóðingum og møguleikum hjá alarum í útjaðaraøkjum fyri norðan og í Arktis.
Lutakararnir á ráðstevnuni eru úr Skotlandi, Írlandi, Noreg, Íslandi og Føroyum.
Fiskaaling er umboðað á ráðstevnuni av Knud Simonsen, granskingarleiðara.
Tíðindaskeiv frá ráðstevnuni kann lesast her