Fríggjadagin var kunningardagur á Firum. Hesaferð var tað deildin Fjarðaelvi, sum stóð fyri degnum. Erna Lava Olsen, havfrøðingur, greiddi frá um mátingar, ið eru gjørdar á Kaldbaks- og Tangafirði seinastu fýra árini.
Javnan, helst aðruhvørja viku, fara starvsfólk hjá Firum við rannsóknaskipinum Andriasi Reinert suður gjøgnum Sundalagið, út millum Stong og Eystnes og inn á Kaldbaksfjørð at taka royndir. Tey brúka eitt CTD-tól, sum, tá ið tað verður lorað frá vatnskorpuni og niður á botn, mátar sjógvin. Royndirnar vísa eittnú, hvussu nógv salt, hvussu nógvur hiti og hvussu nógv flúrglógvan er í sjónum.
Saman við CTD'in standa nakrar serligar fløskur, ið verða forritaðar til at lata aftur á ymiskum dýpum. Tá CTD'in er aftur á dekkinum, verða hesi sjógvsýni latin á aðrar fløskur og tikin við til lands. Harafturat kanna vit æti og hvalspýggjur við at draga tveir glúpar upp ígjøgnum vatnsúluna.
Hesi sýnini verða so kannaði á rannsóknastovuni, sum Firum leigar í iNOVA í Havn. Har verður gróðurin mátaður, og djóraætið og hvalspýggjurnar verða taldar og slaggreinaðar. Ein sjógvroynd verður send til Havstovuna. Havstovan kannar royndina fyri tøðsølt. Tað ið eftir er av sjónum, er ætlað til eDNA. Tað verður fyri fyrst filtrerað og goymt fyri at kunna viðgerast seinni, um tørvur verður á tí.
Endamálið við mátingunum er at kanna og vísa, hvussu samspælið millum rák, ljós og tøðsølt ávirkar gróðurin í økinum.
Gongst sum ætlað, verður um ikki alt ov langa tíð møguligt at fylgja hesi gongdini neyvt, tá úrslitini verða løgt út á heimasíðuna hjá Firum.
Erna Lava Olsen, havfrøðingur á Firum, greiðir her frá um CTD-in, sum verður brúktur í sjógvmátingunum.