Tað er sera týdningarmikið, at arbeiðið hjá kanningarfólkunum hjá Firum er dygdargott. Alifyritøkurnar leggja part av sínum virksemi til rættis eftir úrslitunum, sum kanningarfólkini á Firum koma við. Tí verður javnan skipað fyri sokallaðum kalibreringsdegi á Firum. Einum degi, har kanningarfólkini saman við hinum í fiskaheilsutoyminum fáa frálæru og kunning um laksalús, seiðalús, AGD og táknubroytingar.
Nú ein dagin, tá kanningarfólkini vóru úti á aliringunum og gjørdu sítt kanningararbeiði, samlaðu tey lýs inn. Lýsnar skuldu brúkast til frálæruna dagin eftir. Tá vórðu lýsnar so deildar í tíggju ymisk íløt. Uppgávan hjá kanningarfólkunum var at siga, hvussu nógvar av hvørjum slagi vóru í hvørjum ílati. Úrslitini vórðu gjøgnumgingin, og greiða fekst á ivamálum.
Aftaná fingu kanningarfólkini undirvísing í og kunning um táknubroytingar, sum alifiskur kann fáa. Talan kann eittnú vera um sár, bruna, útposingar og AGD. Hugt varð at myndum og sjúkur vórðu greinaðar.
At enda tók Kirsten Eliasen, deildarleiðari, samanum.