Fiskaaling verður við á Vísindavøkuni, sum er fríggjadagin 22. september í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Møguleiki verður at hoyra framløgur frá Trónda Kragesteen og Kirstin Eliasen um teirra nýggjastu gransking, og vitja básin hjá Fiskaaling í Svalanum.
Framløgan hjá Trónda er kl. 9:20. Hann fer at greiða frá royndum við einum lúsamodelli, ið er ment á Fiskaaling.
Kl. 13:20 fer Kirstin Eliasen at greiða áhoyrarum frá kanningum av føroyskum sjósílum og um hví hendan gransking er umráðandi.
Kl. 15:30 fara framløguhaldarar at dystast í eini postara-snarrøðukapping. Her fáa tey 150 sekund til at greiða frá innihaldinum á einum granskingar-postara. Francois Naudé, sum lesur støddfrøði á Stellenbosch University í Suðurafrika, fer at luttaka í kappingini. Uppihaldið í Føroyum er ein liður í ES Horizon 2020 verkætlanini AquaVitae, sum Fiskaaling er partur av. Seinastu tvær vikurnar hevur hann verið á Fiskaaling og gjørt partikulmodeleringar í sambandi við sína masterverkætlan. Gunnvør á Norði, granskari á Fiskaaling, er vegleiðari. Endamálið við modelleringunum er at kanna hvussu skarn frá alilaksi søkkur. Hesum fer hann heilt stutt at greiða frá í síni framløgu.
Í básinum hjá Fiskaaling fara starvsfólk at vísa teimum vitjandi ymiskar smáar livandi verur, sum eru at finna í sjógvi. Komið og vitji okkara bás, sum er í Svalanum, frá 9:00 – 15:00.