mikudagur, 10. desember 2014
Her fyri var ráðstevna hildin fyri føroyskum verkfrøðilesandi í Danmark. Eitt mál á skránni var fyrilestur, sum Øystein Patursson frá Fiskaaling helt um partar av virkseminum hjá Fiskaaling.
Serligur dentur varð lagdur á arbeiðið, sum gjørt verður í stríðnum móti laksalús. Fiskaaling hevur fleiri verkætlanir í gongd í løtuni, har granskað verður í møguleikum fyri at koma hesum trupulleikanum til lívs.
Laksalúsin kostar árliga alivinnuni stórar upphæddir.
Fiskaaling fer millum jól og nýggjár at luttaka á stevnuni Jobmatch, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum. Har verður høvi at frætta, hvat gongur fyri seg á Fiskaaling, og um møguleikarnar fyri at skriva uppgávur um ymisk evni, eins og greitt verður frá um møguleikarnar fyri møguligum størvum.
Til ber at síggja ein lista við evnum til høvuðsuppgávur við at trýsta á leinkið niðanfyri.
http://www.fiskaaling.fo/default.asp?page=5&id=5&state=notes&menu=-1