mánadagur, 30. november 2015
Granskingarúrslit fyri firðir í norðurhøvum vórðu løgd fram á verkstovu, sum Universiteti í Tromsø var vertur fyri í døgunum 25-27 november. 57 granskara úr 7 londum luttóku.
Framløgurnar viðgjørdu umhvørvisbroytingar í firðunum, vistfrøðina hjá plankton og botndjórum, samspælið millum tara, igulker og fiskastovnar, innsløg av nýggjum djórum sum kongakrabba, sild, toski, kópi og hvali á firðirnar, árin av aling og umsiting av firðunum.
Umleið helvtin av framløgunum viðgjørdu granskingarúrslit frá Porsangerfjorden norðan fyri Tromsø, har eitt sera umfatandi granskingararbeiði er farið fram.
Í fleiri av firðunum í Norðurnoregi eru mátingar, sum lýsa broytingar i sjónum og fiskastovnunum, framdar fleiri ferðir árliga langt aftur í tíðina. Í fleiri førum aftur til 1923, og í einstøkum førum heilt aftur til 1850. Hetta datagrundarlagið er sera virðismikið í samband við at staðfesta avleiðingar av veðurlagsbroytingum. Umframt firðir í Norðurnoregi, vóru úrslit løgd fram fyri firðir á Svalbard, í Íslandi, Grønlandi, New Foundlandi og Føroyum.
Tveir fyrilestrar vóru frá Fiskaaling. Gunnvør á Norði greiddi frá úrslitum um mátingar av náttúrliga gróðrinum á Kalbaksfirði, sum er væl størri enn í firðunum í grannalondunum, og hvussu og hvar tilfar frá gróðrinum fellur niður á botnin.
Knud Simonsen greiddi frá streymmátingum í Sundalagnum og Kalbaksfirði, og ábendingar um at veðurdrivna rákið kann lyfta tøðsøltir upp í sjógvin, og soleiðis verða ein orsøk til stóra náttúrliga gróðurin í Føroyum.
Meira um ráðstevuna kann lesast her
http://www.framsenteret.no/workshop-ecology-of-northern-fjords.5815953-146437.html