Fiskaaling er væl umboðað á Aliráðstevnuni 2020 við ikki færri enn tilsamans 8 framløgum.
Luttakarar á Aliráðstevnuni vita, at granskarar frá Fiskaaling hava nógva góða og gagnliga vitan at leggja fram, og tað var einki undantak í ár.
Ása Jacobsen, PhD lesandi, legði fram um mikroalgukanningar í 2019. Ása hevur serliga kannað, um um ávís sløg av eitrandi algum eru at finna á føroyskum firðum. Serliga 3 sløg vórðu funnin, har tað eina ikki er beinleiðis eitrandi, men kann tó hava annað neiligt árin á fisk.
Ætlanin er at halda fram við hesum kanningunum í 2020.
Seinni fara Agnes Mols Mortensen, Tróndur Johannesen, Sissal Erenbjerg og Kirstin Eliasen at leggja fram 4 brellbitar, meðan Heidi Mortensen seinni fer at tosa um Nitritupphópan í smolti.
Til seinast fer Helgi Jacobsen, sum skrivar 50 ára minningarritið fyri Fiskaaling, at tosa um krókutar søgur úr alivinnuni.