BÓKAÚTGÁVA: Tá ræður um vitan um reinsifisk er Fiskaaling rættiliga frammalaga í gransking og royndum við rognkelsum, ið verða nýtt til at berja niður lýs í alibrúkum. Hetta er orsøkin til, at ein bretskur granskari í reinsifiskum hevur biðið granskarar á Fiskaaling skriva eitt kapittul til bók hansara um reinsifiskar sum heild, ið snýr seg um føroyska gransking í rognkelsum. Bretski granskarin, Jim Treasurer, hevur í mong ár arbeitt við tí, sum verður nevnt "cleaner fish" – á føroyskum reinsifiskar – ið eitt nú verða nýttir at berja niður trupulleikan við lýs í alibrúkum. Seinastu tíðina hevur hann einamest arbeitt við rognkelsum, ið er eitt slag av reinsifiski, sum vit eisini hava í Føroyum. Treasurer, ið er knýttur at University of Aberdeen sum granskari, hevur ritstjórnað eina nýggja bók um reinsifiskar, og hvussu hesir verða brúktir í alivinnuni. Til bókina hevur hann biðið granskarar og serfrøðingar í reinsifiskum úr ymsum londum skriva kapitlar um ymisk viðurskifti í sambandi við aling og nýtslu av reinsifiskum. Í hesum sambandi setti hann seg í samband við Fiskaaling, og bað granskararnar her skriva eitt kapittul í bók sína, sum snýr seg um reinsifisk í Føroyum. Tað var Ása Johannesen, granskari á Fiskaaling, ið fekk áheitanina, og sum hevur staðið fyri kaptlinum, men talan er um tríggjar høvundar, ið hvør sær hava skrivað umleið líka nógv. Umframt Ásu Johannesen, hava tveir aðrir granskarar, Kirstin Eliasen, Fiskaaling, og Regin Arge, Marine Harvest, verið við til at skriva kapittulin úr Føroyum. Í bókini eru mannagongdir til aling av rognkelsum og øðrum reinsifiskum, lívfrøði hjá hesum fiskasløgunum, hvussu fiskarnir kunnu nýtast sum reinsifiskar, og síðani ein kapittul frá hvørjum landi, ið nýta reinsifiskar. Í kapitlinum hjá føroysku granskarunum stendur, hvat verður gjørt her fyri at ala rognkelsi, hvør gransking verður gjørt í sambandi við rognkelsi, og hvussu tey roynast á sjónum. Talan er um granskarar úr tilsamans seks londum, har alivinnan er ein týðandi vinna, sum eru við í bókini. Umframt úr Føroyum, eru granskararnir úr Noregi, Íslandi, Bretlandi, Írlandi, Kanada og Kili. Bókin hjá Jim Treasurer undir heitinum "Cleaner Fish Biology and Aquaculture Applications” kom út í apríl. Um nakar ynskir at vita meira um hetta, kann viðkomandi venda sær til Ásu Johannesen, granskara á Fiskaaling, asajoh@fiskaaling.fo, tlf. 774764.