Leiðslan á P/F Fiskaaling hevur tikið avgerð um at seta tiltøk í verk at fyribyrgja smittuvanda og spjaðing av COVID 19. Tiltøkini hava støði í almennu tilráðingunum.
Endamálið er at tryggja øll, sum arbeiða á Fiskaaling, umframt fyri at tryggja tænastur og samstarv, sum Fiskaaling hevur við vinnuna og samfelagið sum heild.
Virksemið verður umskipað soleiðis, at starvsfólkini eru øll biðin um at arbeiða heimanífrá í mest møguligan mun næstu 14 dagarnar, at rokna frá fríggjadegnum 13. mars og fram til og við fríggjadagin 27. mars.
Hetta kemur at raka skrivstovur og starvsstovur hjá Fiskaaling, men tað liggur tó fast, at alt neyðugt virksemi verður framhaldandi gjørt. Starvsfólk vera framgevis virkin og tøk umvegis telefon og teldupost.
Lógarkravdu lúsateljingarnar eru dømi um alneyðugt virksemi, sum Fiskaaling kemur at røkja sum vant í hesum tíðum. Tó verður hetta virksemið skipað eftir serstøkum leisti.
Fiskaaling vónar, at hesi tiltøk verða munagóð og kunnu gera sítt til, at vanliga virksemið kann takast upp aftur mánadagin 30. mars.