Lúsateljingar fara fram á alibrúkum um alt landið.

Fiskaaling søkir eftir kanningarfólki

Fiskaaling søkir eftir fólki við góðum lívfrøðiligum skili og samstarvsførleikum at luttaka í støðuga arbeiðinum at menna vitan til føroysku alivinnuna.

Tú kemur at starvast á fiskaheilsudeildini, ið arbeiðir við tænastum til vinnuna og smærri granskingarverkætlanum. Okkara høvuðsuppgáva er at fremja lógarkravdu lúsateljingarnar, men umframt hetta eru táknu- og rognkelsiskanningar eisini ein fastur partur av arbeiðinum.

Arbeiðsøki

  • Lúsateljingar og táknukanningar
  • Rognkelsiskanningar
  • Luttøka í granskingarverkætlanum
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Førleikar

  • Lívfrøðiligt skil
  • Tænastusinnað/ur og hug at arbeiða við fólki
  • Sjálvstøðug/ur og dugir at leggja til rættis
  • Áhugað/ur at savna inn dáta og vitan
  • Telduførleikar (Excel)
  • Hevur virðing fyri tagnarskyldu og trygd
  • Góð eygu
  • Koyrikort

Setanarviðurskifti

Talan er um fulltíðarstarv. Roknast kann við fitt av úrtíðararbeiði. Løn og setanartreytir sambært avtalu. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Umsóknir

Umsókn við prógvum, arbeiðsroyndum og øðrum viðkomandi tilfari skal sendast til kirstin@fiskaaling.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. mai 2021. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kirstin Eliasen, deildarleiðara, á tlf 774703.