Vitan til varandi aling er heitið á vísindaráðstevnu, sum Fiskaaling skipar fyri fríggjadagin 20. oktober 2023.
Á ráðstevnuni fara 12 granskarar at leggja fram nýggja og týdningarmikla gransking, sum er viðkomandi fyri alivinnuna. Talan er granskarar við drúgvum royndum frá Havstovuni, Sjókovanum, Fróðskaparsetri Føroya, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Fiskaaling, Nofima (NO), Havforskningsinstituttet (NO), Aqua Kompetance (NO) og SYKE (FI).
Ráðstevnan vendir sær í høvuðsheitinum til føroyska granskingarumhvørvið, fakfólk úr vinnuni og almenna myndugleikanum. Harafturat eru lesandi frá hægri lærustovnum eisini vælkomin (tilmelding krevst).
Framløgurnar viðgera evni, ið eru viðkomandi fyri alivinnuna í breiðum høpi og fevna um avlúsing og fiskavælferð, veðurlagsavbjóðingar, búskapar- og samfelagsviðurskifti. Evnini eru tískil viðkomandi fyri fleiri fakbólkar.
Hetta er aðru ferð at Fiskaaling skipar fyri ráðstevnuni Vitan til varandi aling. Í 2021 var ráðstevnan hildin á netinum orsaka av koronusmittuni.
‘Orsøkin til, at Fiskaaling er farið undir at skipa fyri ráðstevnuni, er tí vit meta, at tað er tørvur á at savna granskarar og fakfólk, ið sita runt á ymsum stovnum og fyritøkum. Á ráðstevnuni fáa luttakarar kunning um hvat rørir seg á ymsum granskingarstovnum og í okkara grannalondum, og kunnu fáa íblástur frá hvørjum øðrum. Tiltakið kann tískil vera við til at styrkja granskingarumhvørvið tvørtur um stovnar og fakmørk’, sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling.
‘Skráin er fjølbroytt og viðkomandi, og vit eru errin av at hava fingið so nógvar ymiskar granskarar at koma á ráðstevnuna at greiða frá síni gransking’, leggur Jóhanna Lava Køtlum afturat.
Høvuðsevnini í ár eru:
- Lús og fiskavælferð: Lúsin hevur víst seg at vera ein stór avbjóðing í alivinnuni, og í royndini at sleppa av við lúsina stinga nýggir trupulleikar seg ofta upp. Vit tosa millum annað um, hvussu ymisk lúsatiltøk ávirka fiskavælferðina, um avlúsing og felli og um rognkelsisvælferð.
- Veðurlagsbroytingar: Veðurlagsbroytingarkunnu ávirka mest sum øll lið í virðisketuni. Vit tosa um hitan kring oyggjarnar, fiskastovnar sum fóðurgrundarlag og eftiransing í fjarðavistskipanum.
- Aling, búskapur og samfelag: Alivinnan hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin og stóra ávirkan á samfelagsviðurskiftini. Vit tosa um hvat lúsin kostar, um hvussu vit tillaga okkum veðurlagsbroytingar, um týdningin av opnum dátum og um fíggjarligu gongdina í alivinnuni.
Tað er Fiskaaling, ið skipar fyri og freistin at melda seg til tiltakið er mánadagin 16. oktober.
Les meira um ráðstevnuna og tilmelding her: Vitan til varandi aling 2023 (fiskaaling.fo)