GRANSKING: Seinastu mánaðirnar hevur Fiskaaling roynt seg við einum nýggjum kanningarhátti í sambandi við strongd, sum betri tekur atlit fyri laksinum og er ómakaleysari fyri tey, ið gera kanningarnar. Úrslitini eru sera góð, tí royndirnar vísa, at til ber at fáa eins neyv úrslit við nýggja kanningarháttinum, sum tá talan er um blóðroyndir. Eins og strongd ávirkar trivnaðin og harvið mótstøðuførið hjá okkum menniskjum, er júst tað sama galdandi fyri laks. Tað er eingin loyna, at strongdur laksur ikki mennist líka væl sum laksur við lítlari og ongari strongd, har trivnaðurin sjálvandi er munandi betri. Strongdarstøðið hevur ávirkan á menningina og harvið vakstrarlíkindini hjá laksinum, sum so aftur ávirkar úrtøkuna hjá alifyritøkunum. Mátingar av strongd hjá laksi verða aloftast gjørdar við at kanna strongdarhormonið, kortisol, í blóðroyndum, í skarni ella av vatninum, sum fiskurin svimur í. Hesir kanningarhættir hava tó ávísar avmarkingar. Eitt nú eru blóðroyndir ein heldur trupul kanningarháttur. Eisini eru nógv stig í framleiðsluni, har hvørki skarn-, blóð- ella vatnroyndir eru møguligar at útvega. Fyri laksin er tað ein stór broyting og nógv handfaring, tá laksurin fer úr tí meira varda umhvørvinum á landi og víðari út á sjógv, har avbjóðingarnar eru munandi størri. Til dømis í sambandi við aldu, streym og truplu veðurviðurskiftini annars. Tað er avbjóðandi fyri laksin, og tí er umráðandi, at fiskurin verður strongdur minst møguligt áðrenn og við útseting. Í samstarvi við Luna hevur Fiskaaling seinastu mánaðirnar ment eina mannagongd til at máta strongdarhormonið, kortisol, í slipuni, sum er slímlagið uttan á skræðuni. - Hetta er roynt áður av øðrum granskarum uttanlands, tó at tað ikki er komið víðari enn til samanberingar av kortisol í slipu- og blóðroyndum undir kontrolleraðum umstøðum, eitt nú á starvsstovum. Í løtuni verður rættuliga lítið gjørt í Føroyum við at máta strongd hjá laksi. Vit vildu tískil fegin kanna, um hetta kundi brúkast í framleiðsluhøpi, sigur Ása Jacobsen, granskari á Fiskaaling, ið hevur staðið fyri menningini av kanningarháttinum á starvsstovuni á iNOVA. Í tílíkum førum er samstarv við vinnuna sera týdningarmikið, og síðani í vár hevur Fiskaaling, við Elini Djurhuus Samuelsen, granskara, á odda, gjørt mátingar av strongdarhormoninum, kortisol, á smoltstøðini hjá Luna á Fútakletti. Kortisol varð mátað bæði í slipu og í blóði frá stórum smolti í sambandi við støddarskiljing og útkoyring, sum sjálvandi eru liðir í framleiðsluni, har strongdarávirkanin er størst. - Viðvíkjandi slipu, so er talan um ein nýggjan kanningarhátt, ið so at siga ikki er royndur áður. Hvørki í Føroyum ella aðrastaðni í framleiðsluhøpi. Vit vóru tí ógvuliga spent at síggja, hvat fáast kundi burtur úr hesum slagi av royndum. Úrslitini við slipu hava higartil verið avbera góð, tí tey vísa nærum somu mynd, sum tá blóðroyndir verða nýttar, sigur Elin Djurhuus Samuelsen, granskari. Hesar royndir hava staðfest, at til ber at brúka innihaldið av kortisol í slipuni eins væl sum í blóðroyndum til at meta um strongdina hjá tí einstaka laksinum. Við hesum nýggja kanningarhátti er sostatt møguligt skjótt og lætt at meta um strongdina hjá fiskinum bæði inni á smoltstøðini og úti í aliringunum. Harumframt kann hetta brúkast sum eitt amboð at betra um mannagongdir í framleiðsluni, so atlit verða tikin ímóti óneyðugari strongd, sum í síðsta enda kann elva til sjúku og óneyðugt felli. Í summar vórðu somuleiðis mátingar gjørdar av slipu av laksi í alibrúkinum hjá Marine Harvest við Haldórsvík. Tann royndin varð gjørd fyri at meta um, hvussu sýnistøkan kundi gerast í praksis úti við aliringarnar og fyri at kanna, hvørja ávirkan doyvingin hevur á kortisolinnihaldið í slipuni. Úrslitini samsvaraðu væl við úrslitini av Fútakletti. - Hóast fleiri royndir skulu til, so ivast vit ikki í, at mátingar av slipu kunnu vera eitt virðismikið amboð til máting av strongd hjá laksi, og sum í stóran mun kann avloysa blóðroyndirnar, ið bæði eru truplari og umstøðuligari at gera. Við minni ampa av kanningarháttinum eru góðir møguleikar hjá alifeløgunum at økja um títtleikan av kanningunum og harvið neyvari fylgja við í heilsustøðuni hjá laksinum á bæði landi og sjógvi. Grundleggjandi er talan um eitt virðismikið amboð, bæði tá ræður um at menna framleiðsluna, eins væl og til granskingarverkætlanir, siga Elin Djurhuus Samuelsen og Ása Jacobsen. Granskararnir vísa á, at øll alifeløgini hava víst hesum møguleikanum áhuga, og fleiri ynski eru í alivinnuni um at nýta hendan kanningarháttin í bæði framleiðslu og verkætlanum framyvir.