hósdagur, 1. desember 2016
Í sambandi við at rognkelsi er vorðið ein týðandi liður í herferðini ímóti laksalús, bjóðar Fiskaaling eina tænastu til føroysku alivinnuna, sum staðfestir, um rognkelsi trívist, hevur nøktandi umstøður og ikki minst, um tað etur lús.
Vanliga mannagongdin er, at rognkelsi verður dripið, áðrenn hugt verður í magan fyri at staðfesta, um fiskurin hevur etið laksalús. Søgur hava javnan verið frammi um, at fleiri enn hundrað lýs eru funnar í rognkelsimaga. At neyðugt er at drepa nógvar lúsaátarar fyri at fáa hetta staðfest, er ikki sørt óheppið, tí tað eru júst slík lúsafegin rognkelsi, sum gera nyttuna, og sum ynskiligt er at seta við.
Í Noregi er magaskol brúkt fyri at fáa eitt mát fyri, hvussu virkin rognkelsini eru, og fyri at sleppa undan at drepa tey. Ein slanga verður løgd niður í magasekkin, og vatn sproytað niður, og sogið uppaftur. Hetta verður endurtikið fleiri ferðir, áðrenn magainnihaldið er fingið upp. Hendan mannagongdin hevur fingið hvassar atfinningar, og í mars 2016 kom norska Mattilsynet til ta niðurstøðu, at magaskoling var í stríð við djóravælferðarlógina og mælti til, at fiskurin verður dripin.
Tað hevur tó leingi verið ynski hjá Fiskaaling at kunna staðfesta, um rognkelsi hevur etið lús, uttan at drepa lúsafegin rognkelsi, samstundis sum djóravælferð er í hásæti. Fiskaaling hevur nýtt nógva orku upp á hesa avbjóðing, og hevur nú ment ein nýggjan kanningarhátt, sum ger hetta møguligt.
Í nýggju mannagongdini verða sýni tikin av svølgvætuni/magaflotinum, sum síðani verða DNA kannað fyri at staðfesta, um rognkelsini eru lúsaátarar.
Nýggi kanningarhátturin gevur okkum møguleika fyri at taka nógv sýni upp á stutta tíð, og tískil ber betur til at fáa eitt skjótt yvirlit yvir lúsaát, og eina heildarmynd av umstøðunum á einum aliøki, samstundis sum vit halda lúsaátufrek rognkelsi á lívi. Hesin kanningarhátturin er eisini eitt sindur neyvari. Samanberingar vísa, at nýggi hátturin hevur ein neyvleika upp á 95%, men at vanligi hátturin við at brúka eyguni hevur ein neyvleika uppá 82%.
Grein um hesa mannagongdina er nú givin út í altjóða vísindatíðarritinum Aquaculture International. Tað eru Jonhard Eysturskarð, Ása Johannesen og Kirstin Eliasen, sum eru granskarar á Fiskaaling, sum hava ment háttin, og skrivað vísindagreinina.
Øll greinin kann lesast á http://rdcu.be/mZ3N
og á http://link.springer.com/article/10.1007/s10499-016-0093-y
Niðurstøðan hjá Norske Mattilsynet kann lesast á
http://www.mattilsynet.no/fisk_og_akvakultur/fiskevelferd/mageskylling_av_rognkjeks_er_i_strid_med_dyrevelferdsloven.22147