sunnudagur, 17. september 2017
FRAMLØGA: Fyri tíggindu ferð skipar Granskingarráðið fyri Vísindavøku, og eins og fleiri av undanfarnu árum bjóðar Fiskaaling eisini fram fyrilestrar – hesaferð tveir í tali. Annar av fyrilestrunum snýr seg um sekvensering av bakteriusamfeløgum, sum Ása Jacobsen, granskari, fer at lýsa og greiða frá í Studentaskúlanum í Hoydølum.
Millum teir mongu fyrilestrarnar, sum Granskingarráðið hevur bjóðað út í sambandi við "Vísindavøku á ferð 2017”, eru tveir fyrilestrar hjá Fiskaaling.
Annar av hesum hevur heitið "Sekvensering av bakteriusamfeløgum”, og tað er Ása Jacobsen, granskari á Fiskaaling, sum fer at halda hendan fyrilesturin á Studentaskúlanum í Hoydølum seinni í mánaðinum.
Fyrilesturin tekur støði í kanningum, sum Fiskaaling hevur gjørt á granskarasetrinum iNOVA í Havn, har Biotøknitoymið hjá Fiskaaling heldur til.
Fyrr í ár vísti Fiskaaling á, at nú eru allir partar av mannagongdini at lýsa bakteriusamansetingina í einum sýni fyri fyrstu ferð gjørdir í Føroyum. Vanliga verða tílíkar kanningar heilt ella lutvíst gjørdar uttanlands, men nú hevur Fiskaaling gjørt tílíkar kanningar á iNOVA.
Kanningarnar kunnu eyðmerkja allar bakteriur, sum eru til staðar í einum sýni, og lýsa lutvísu mongdina av hvørjum einstøkum bakteriuslagi. Fiskaaling metir, at tørvur eru á slíkum tænastum í Føroyum, tí bakteriur hava stóra ávirkan á nógvar umstøður innan aling.
Í fyrilestrinum fer Ása Jacobsen millum annað at umrøða tær fyrstu kanningarnar hjá Fiskaaling, sum lýsa bakteriusamansetingina í ymsum sýnum frá kruvdum laksi.
Úrslitini, sum granskaratoymið á Fiskaaling kom fram til, kunnu nýtast til at lýsa ein møguligan samanhang millum bakteriur, sum náttúrliga eru til staðar á og í laksinum, og somuleiðis bakteriur, ið kunnu ávirka góðskuna á laksinum. Hetta við niðurbróting av bindivevnaðinum, meðan hann liggur á køligoymslu.
Tað er nakað síðani, at Granskarasetrið iNOVA ognaði sær tól til at gera slíkar kanningar, men tað hevur verið tungt at fingið gongd á nýtsluna, tí kanningararbeiðið er rættiliga víðfevnt. Sum fyrsti brúkari við hesum royndum, hevur Fiskaaling nú møguleika fyri eisini at hjálpa øðrum í gongd við slíkar kanningar.
Fyrilesturin hjá Ásu Jacobsen í Studentaskúlanum í Hoydølum hósdagin 28. september byrjar klokkan 10 fyrrapartin.
"Tilfeingi” er felags tema fyri sjálva Vísindavøkuna, sum verður hildin fríggjadagin 29. september, har Fiskaaling fer at hava ein bás, ið millum annað fer at lýsa partar av virkseminum hjá Fiskaaling í filmsbitum, sum lýsa aling sum heild við rogni, yngli, smolti og lívfiski. Eisini ber til á básinum at fáa innlit í lúsabasingararbeiðið og í royndirnar við at aling av tara.
Aftur í ár fer Vísindavøkan at vera hildin í Perluni, Reinsarínum, Ostahúsinum og á Perlutorginum, sum liggja í Tórsgøtu í Havn.