Fiskaaling góðar royndir við nýggjum kanningartóli

KANNING: Granskarar á starvsstovuni hjá Fiskaaling hava higartil havt sera góðar royndir við einum tóli, ið granskarasetrið iNOVA hevur útvegað, og sum higartil mest hevur verið nýtt til at staðfesta og greina bakteriusamfeløg. Kanningar av slíkum slagi kunnu brúkast til nógvar ymiskar granskingarverkætlanir og tænastur, sum ávikavist fara fram á Fiskaaling, ella verða veittar av felagnum.  Fyrimunir við at nýta hetta framkomna tólið er fyrst og fremst, at allar bakteriur í kannaðu sýnunum verða eyðmerktar. Tað eru sera nógvar bakteriur – kanska heilt upp í 98 prosent – sum ikki kunnu dyrkast í starvsstovubúnaði og tískil ikki verða funnar, tá sýnini verða kannaði á tílíkan hátt.  Kanningar við framkomna tólinum kunnu tískil sum heild lýsa bakteriusamfelagið nógv betri enn við mátingum, har dyrking er neyðug. Harafturat sæst eisini lutvísa býtið av teimum ymsu bakteriunum, soleiðis at til ber at staðfesta, hvørjar bakteriur eru ráðandi, og hvørjar ikki. Á henda er eisini møguligt at fylgja sýnum av áhuga yvir tíð ella í ymiskum støðum, eins og at síggja dynamikkin í bakteriusamfelagnum. Tað vil siga staðfesta, hvussu lutvísa býtið av bakterium broytist yvir tíð ella í mun til ymiskar støður. Sum ítøkiligt úrslit hava hesar kanningar givið Fiskaaling betri innlit í reinsimannagongdina á sláturvirkjum, og hvørja ávirkan tær kunnu hava á góðskuna. Út frá hesi vitan ber tískil til at gera møguligar broytingar til tað betra, har hetta er ynskiligt. Eisini er grundleggjandi vitan um bakteriusamfeløgini á ella í rognkelsum og ymiskum øðrum viðurskiftum í teirra umhvørvi nú tøk.  Kanningar eru gjørdar av bæði villum rognkelsum og rognkelsum, sum eru komin beint úr Íslandi, eins og av rognkelsum í teimum ymsu alibrúkunum. Samanberingar millum ymisk rognkelsi og umhvørvi teirra – saman við vitanini um trivnað og sjúku ella felli av møguligum smittum ella ígerðum – hava givið eitt sera gott grundarlag at betra um trivnaðin hjá rognkelsunum við ymsum átøkum. Bakteriusamfeløgini eru av sera stórum týdningi, og nógv kann gerast fyri at ávirka bakteriusamansetingina, soleiðis at hon í mest møguligan mun er gagnlig fyri eitthvørt lið í aliframleiðsluni og ikki til ampa. Nærri kunning fæst at vit við at venda sær Ásu Jacobsen, granskara á Fiskaaling, asa@fiskaaling.fo.