fríggjadagur, 22. desember 2017
– Vit eru sera fegin um, at framtíðin hjá føroysku laksastammuni nú er tryggjað, sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri í P/F Fiskaaling, eftir at avtala er gjørd millum Fiskaaling, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið og Bakkafrost um, at alifyritøkan yvirtekur ábyrgdina av lívfiskaætlanini.
Bakkafrost, Fiskaaling og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hava í dag undirskrivað avtalu um, at Bakkafrost yvirtekur verkætlanina viðvíkjandi føroysku laksastammuni.
Formliga yvirtekur Bakkafrost verkætlanina 1. apríl næsta ár, men Bakkfrost hevur samstundis bundið seg til at gjalda raksturin av verkætlanini longu frá ársbyrjan.
- Við avtaluni er føroyska laksastamman tryggjað, og hetta eru vit sera fegin um, sigur Jòhanna Lava Køtlum, stjóri í P/F Fiskaaling.
Ætlanin hjá Bakkafrost er at byggja eina nýggja lívfiskastøð, og til hendan ætlanin er framd, fer virksemið at halda áfram í bygningunum hjá Fiskaaling á lívfiskastøðini í Skopun og við Áir. Starvsfólkini, sum í løtuni starvast á hesum støðum, koma eisini at halda áfram.
Partarnir vísa á, at við avtaluni er tryggjað, at vit í Føroyum kunnu taka uppaftur rognaframleiðslu og kynbótaarbeiði grundað á serstøku føroysku laksastammuna, sum merkir framhaldandi menning av føroyska laksinum. Tann føroyska laksastamman er ein stamma, ið føroyingar eiga rættindini til og kunnu víðarimenna í mun til aðrar stammur, har útlendingar hava allan ræðisrættin.
- Her á Fiskaaling fara vit at halda fram við at framleiða og savna vitan og veita tænastur til alivinnuna, sigur Jòhanna Lava Køtlum, stjóri.
Tað starvast útivið 40 starvsfólk á Fiskaaling, har umleið 10 starvsfólk eru knýtt at verkætlanini viðvíkjandi føroysku laksastammuni.