Fiskaaling frammalaga í at granska lúsayngul

http://www.int-res.com/articles/aei2016/8/q008p397.pdfGranskarar á Fiskaaling hava givið út enn ein vísindalig grein um lúsayngul í Sundalagnum. Í hesi grein verður fyri fyrstu ferð víst, hvussu framleiðslan av lúsayngli kann estimerast beinleiðis í aliringum, heldur enn út frá starvstovuroyndum. Nøgdin av lúsayngli varð kannað á fleiri  dýpum í einum aliringi triðja hvønn tíma í eitt samdøgur, samstundis sum streymmátingar vóru gjørdar. Funnið  var eitt øvugt samband millum streymferð og nøgdina av lúsayngli í sýnunum. Út frá hesum, saman við  tali av kynsbúnum laksalús á alifiskinum, bar til at rokna framleiðsluna av lúsayngli. Úrslitini vístu, at hvør kynsbúgvin laksalús framleiddi millum 26 og 68 lúsayngul um dagin. Flestu starvsstovuroyndir hava mett, at ein kýnsbúgvin laksalús  framleiðir  umleið 30 lúsayngul um dagin, tá hitin í sjónum er tann sami sum í kanningini (8°C). Sostatt benda mátingarnar í aliringinum á, at framleiðslan av lúsaayngli kann vera størri enn higartil mett, men fleiri kanningar skulu til, fyri at vátta hetta. Greinin "A method of estimating in situ salmon louse nauplii production at fish farms” er givin út í Aquaculture Environment Interactions. Umframt Gunnvør á Norði, sum er høvuðsrithøvundur, hava Knud Simonsen og Øystein Patursson skrivað greinina. Greinin er partur av verkætlanini "Viðurskifti, sum ávirka útbreiðslu av lús kring alibrúk og á firðum” ið granskingarráðið og Fiskaaling hava fíggjað. Greinin kann lesast á heimasíðuni http://www.int-res.com/articles/aei2016/8/q008p397.pdf