týsdagur, 23. september 2014
Rognaframleiðslan hjá fiskaaling hevur 2. september fingið góðkent framleiðsluna sum verandi sjúkufría.
Fiskaaling hevur í fleiri ár, saman við Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fyrireikað eina umsókn til ES-myndugleikarnar um at fáa góðkent sína framleiðslu sum verandi sjúkufría. Tíðliga í vár var ein arbeiðsbólkur við umboðum frá Fiskaaling og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni settur við tí endamáli at avgreiða umsóknina til ES.
Eftir drúgt arbeiði hjá arbeiðsbólkinum varð umsóknin send ES-myndugleikunum tann 6. juni 2014. Uttan at kunna samanbera við aðrar umsóknir, varð væntað, at viðgerðartíðin kundi vara alt frá 6 til 18 mánaðir.
Fyri Fiskaaling hevur tað alstóran týdning, frítt at kunna flyta rogn inn á europiska marknaðin. Í hesum sambandi hevur felagið gjørt royndir við framleiðslu av úrtíðarrognum við góðum úrsliti. Enn eru smávegis rættingar at gera í framleiðsluni, men fyribils niðurstøðurnar eru jaligar.
Havandi í huga, at samlaði marknaðurin av úrtíðarrognum er uml 240 mió rogn árliga, er ikki óhugsandi at Fiskaaling um fá ár kann framleiða uml. 10% av hesum tørvinum, svarandi til 24 mió. rogn.
Fiskaaling hevur sum má, at kunna ferfalda framleiðsluna innan 3 ár frá 15 til 60 mió. rogn, og harvið kunna veita føroysku alivinnuni øll tey rognini, sum vinnan hevur brúk fyri, umframt at útflyta uml 24-25 mió. rogn.
Føroyska alivinnan hevur í fleiri ár haft betri úrslit enn kappingarneytarnir við m.a. at nýta føroysk rogn og yngul frá Fiskaaling. Spennandi verður at síggja, hvussu føroysku rognini fara at standa seg á europiska marknaðinum
Við ES góðkenningini eru allar hurðar opnar fyri Fiskaaling.