mánadagur, 2. januar 2017
Verkætlanin, sum fígging er fingin til, nevnist FutureWelfare, og hevur til endamáls at granska/hyggja nærri eftir trivnaðinum hjá laksi í aliringum á sjónum. Serliga á streymhørðum økjum og í nýggjari aliútgerð, so sum lokaðum eindum á sjónum.
Í verkætlanini verður trivnaður hjá laksi kannaður á ymsan hátt. Liviumstøðurnar hjá laksi í aliringum vera lýstar við at modelera og máta rák, iltinnihald o.a. sjógvparametrar. Atferð og trivnaður hjá laksi skulu eisini kannast, og samanhangur millum liviumstøður og trivnað skal greinast. Væntandi verður endaliga úrslitið frá verkætlanini ein lýsing av, hvussu kannaðu liviumstøðurnar hjá laksi ávirka trivnaðin, og eitt model fyri trivnað verður ment, soleiðis at metast kann um trivnaðin til eina og hvørja tíð við at máta útvaldar parametrar.
Luttakarar í verkætlanini eru Sintef (verkætlanarleiðari), Havforskningsinstituttet, University of Melbourne, Universitetet i Bergen og Fiskaaling. Samlaða fíggjarramman er 8 mió. NOK, sum alt verður fíggjað av norska granskingarráðnum. Av hesum er parturin hjá Fiskaaling 500 tús NOK. Fiskaaling fer í høvuðsheitum at luttaka í mátivirksemi á alibrúkum, og at standa fyri møguligum mátivirksemi í Føroyum.
Tað er Øystein Patursson, granskari á Fiskaaling, sum fer at samskipa leiklutin hjá Fiskaaling í verkætlanini.