fríggjadagur, 6. januar 2017
Aftur í ár var
Fiskaaling við á Jobmatch, sum var í Norðurlandahúsinum hósdagin 29. desember.
Veðrið var ikki av tí besta, men kortini leitaðu um 500 fólk sær til tiltakið.
Fiskaaling hevði bás
beint við inngongdina í hølunum, nevnt Skálin, og var ein javnur streymur av
vitjandi á básinum undir øllum tiltakinum. Nakrir fyrispurningar vóru um starv
á Fiskaaling, men tann heilt stóri parturin var um møguleikarnar fyri at skriva
ritgerð innan virkisøkini hjá felagnum sum partur av bachelor eller master
útbúgving. Eisini vóru fyrispurningar um samstarv til PhD-verkætlænir.
Vit á Fiskaaling eru
avgjørt áhugað fyri slíkum samstørvum, og høvdu til høvið gjørt ein lítlan
faldara við uppskotum til slíkar verkætlanir, umframt at vit eisini heilsa
nýggjum áhugaverdum hugskotum vælkomnum. Til tiltakið varð gjørdur ein
faldari við stuttari lýsing av teimum ritgerðunum, sum eru framdar í
samstarvi við Fiskaaling seinastu árini.
Faldarin við
verkætlanarhugskotum kann heintast her,
og faldari við undanfarnum ritgerðum
kann heintast her.