Firðirnir alstóran týdning fyri Føroyar

KANNING: Nærum helmingurin av føroyska útflutningningsvirðinum verður framleitt í føroysku firðunum, og  somu firðir taka eisini ímóti tilfeinginum, ið stendur fyri stórum parti av hinum helminginum.  Talan er um alivinnu og fiskivinnu okkara, men eisini skjótt vaksandi ferðavinnan er brúkari av firðunum. Tað er tí týdningarmikið at vita, hvussu møgulig smitta, lýs í alivinnuni, eins og útlát frá landi, ferðast í og millum firðirnar.  Seinastu árini hevur Fiskaaling saman við øðrum javnan gjørt víðfevndar hydrografiskar mátingar á nøkrum firðum. Nú verða mátingarnar í Sundalagnum brúktar til at menna ein 3D-myndil fyri okkara størstu fjarðaskipan, sum tá hon er liðug, ætlandi kann brúkast á øðrum firðum.  Nærum øll vinna, eins og flestu okkara, sum her búgva, brúka onkursvegna føroysku firðirnar. Tað veri seg alivinna, fiskivinna, tann skjótt vaksandi ferðavinnan, umframt at aðrar vinnugreinar onkursvegna eru tengdar at fjarðasambandinum.  Hóast útflutningsvirðið, sum verður skapt ella verður flutt umvegis firðirnar, er vaksið munandi seinastu árini, so byggir stórur partur av okkara vitan um firðirnar framvegis á eitt granskingarátak, sum nakrir almennir stovnar framdu seinast í áttatiárunum. Ein víðfevndur samandráttur er í ritinum, Fiskirannsóknir nr. 6, sum Fiskirannsóknarstovan – nú Havstovan – gav út í 1990. Seinastu árini hava tó einstøk átøk verið fyri at greina rákið í einstøkum firðum nærri. Eitt av hesum økjunum er Sundalagið og Tangafjørður, har mátingar av rákinum frá botni og upp ímóti vatnskorpuni eru framdar á 10 støðum í árunum 2012-13. Hetta varð gjørt við at seta streymmátara, sum brúkar ljóð til at máta  upp ígjøgnum sjógvin, niður á botn í tíðarskeið upp til tríggjar mánaðar á hvørjum staði. Seinastu tvey árini eru eisini regluligar mátingar gjørdar av hydrografiini. Talan er um mátingar av hita, saltinnihaldi, gróðuri og ilt frá vatnskorpuni og niður á botn,  sum verða gjørdar frá báti. Hetta hevur verið gjørt 15 ferðir seinastu tvey árini á somu 35 støðunum frá sunnast í Tangafirði og norður á Eiðisgrynnuna. Mátingarnar vísa, at rákið í hesari fjarðaskipan er rættuliga fjøltáttað við bæði stutttíðar- og langtíðarbroytingum orsakað av skiftandi veðri og árstíðum. Úrslitini vísa, at tað er ymiskt, hvussu tey ymsu dýpini verða ávirkaði. Fyri at kunna seta allar mátingarnar saman í einari heildargreining, verður nú mentur ein 3D-myndil fyri alla fjarðaskipanina frá Nólsoyarfirði og norður í Eiðisflógvan. Rákið ovast í sjónum verður í stóran mun stýrt av vindinum, og fyri at fáa best møgulig úrslit í øllum økinum, er eitt háupploysiligt veðurmodel eisini partur av verkætlanini. Tá myndilin er mentur til at geva eina nøktandi lýsing av rákinum, verður møguligt at gera rættiliga ítøkiligar metingar av sambandinum millum teir ymsu partarnar av fjørðinum. Eitt nú við atliti til, hvussu smitta og lús í alivinnuni, eins og útlát frá landi, ferðast millum firðirnar. Og somuleiðis hvussu livilíkindini hjá djórum á botni kunnu verða ávirkaði av broytingum elvdar av náttúruni ella mannaávum. Tá myndilin er mentur fyri hetta økið, verður hann væntandi lutfalsliga lættur at nýta á hinum firðunum. Mátingarnar eru framdar av Fiskaaling í góðum samstarvi við Havstovuna, meðan myndlaparturin er skipaður sum PhD-verkætlan á Niels Bohr Institut á Keypmannahavnar Universiteti saman við Fiskaaling, og í tøttum samstarvi við Havforksningsinstituttet í Bergen. Fíggjarligur stuðul til verkætlanina er veittur av báðum alifeløgunum í økinum, Marine Harvest Føroyar og Bakkafrosti, umframt av Statoil Føroyar og Granskingarráðnum. Nærri kunning fæst at vit við at venda sær til Sissal V. Erenbjerg, phd lesandi, sissal@fiskaaling.fo, ella Knud Simonsen, granskara, knud@fiskaaling.fo.