Ketur av ymiskum mikroalgum, m.a. Chaetoceros sp., sum hevur hvassar píkar og kann verða til ampa fyri táknurnar hjá alifiski. Myndin er tikin við myndatóli á mikroskopi.

Firum ger kanningar av mikroalgum í sjógvi

Mikroalgur ella plantuæti, sum tað eisini kallast, eru smáar verur í sjónum. Eins og plantur kunnu tær gera fotosyntesu og eru tískil fyrsta lið í føðiketuni, og sostatt grundarlag undir øllum lívi í havinum. Á vári økjast nøgdirnar av mikroalgum inni á okkara firðum, tí tær eins og plantur einamest brúka ljós sum orkukeldu.

 

Mikroaglur eru evarska lítlar og kunnu tí ikki síggjast við berum eygum. Tó kann tað í ávísum førum síggjast á litinum á sjónum, tá innihaldið av ávísum mikroalgum er høgt. Sjógvurin verður tá reydligur ella brúnligur á at líta. Skúm á sjógvyvirflatuni kann eisini verða tekin um mikroalgur.

 

Á Firum hava vit seinastu árini lagt okkum eftir at skipa mannagongdir soleiðis, at vit kunnu eyðmerkja sløg og nøgdir av mikroalgum í sjónum. Hesar kanningar verða gjørdar við mikroskopi og PCR.

 

Til tess at tryggja góðskuna av okkara kanningararbeiði luttekur Firum eisini í altjóða samstarvinum International Phytoplankton Intercomparison (IPI), sum Canary Islands Harmful Algal Bloom Observatory (OCHAB), University of Las Palmas de Gran Canaria (ULPGC) og IOC Science and Communication Centre for Harmful Algae, Danmark, samskipa. Samstarvið inniber, at vit móttaka og kanna sýnir frá IPI, hvørs innihald vit ikki kenna. Síðani kanna vit, um vit fáa somu úrslit sum aðrar kanningarstovur, ið luttaka í IPI-samstarvinum.

 

Orsøkin til, at Firum ger hesar kanningar, er tann, at ávísar mikroalgur kunnu verða eitrandi ella til ampa fyri alifisk. Onkrar mikroalgur eru eitrandi fyri alifisk, tí tær innihalda eiturevni, ið kann gera, at táknurnar gerast óvirknar. Aðrar mikroalgur hava hvassar kantar ella píkar, sum eru til ampa fyri táknurnar hjá alifiski.

 

Fiskur, sum livir á okkara firðum, kann rýma undan mikroalgum, um tær elva til ampa. Hetta kann alifiskur ikki.

 

Tá nøgdirnar av mikroalgum vaksa, gera vit kanningar fyri alifeløgini. Hesar kanningar geva vitan um, hvørji sløg av mikroalgum eru í sjónum og hvussu stórar nøgdirnar av hesum eru. Hetta er vitan, sum alifeløgini síðani kunnu brúka til at meta um, hvørt mikroalgurnar eru til ampa.

 

Vilt tú hava meiri at vita, kanst tú seta teg í samband við Amandu Vang, deildarleiðara á Biotøkni amanda@firum.fo ella tlf. 77 47 67.

 

Ketur av ymiskum mikroalgum, m.a. Chaetoceros sp., sum hevur hvassar píkar og kann verða til ampa fyri táknurnar hjá alifiski. Myndin er tikin við myndatóli á mikroskopi.