Sjósílaverkætlanin hevur nú fingið fyrsta sílið, sum sostatt leggur grundina fyri tað arbeiði, sum verkætlanin hevur sett fyri at arbeiða fram ímóti.
Nú Fiskaaling er farið at kanna síl á sjónum, hevur verið roynt við gørnum á ymiskum firðum í Føroyum. Verkætlanin hevur í hesum sambandinum fingið undantaksloyvi til at veiða sjósíl við øðrum amboðum enn tráðu.
Tað hevur gingið eitt sindur striltið við veiðuni, men í mikudagin 27. februar bar á fyrsta sinni til, og eitt síl varð fingið á Skálafirði. Sílið, ið var ein rognafiskur, var 45 cm langt, vigaði 725 g og hevði onga lús. Magin var fullur av brislingi.
Sýni vórðu tikin av vøddum, táknum og øðrum gøgnum til sjúkukanningar, umframt at roðsla varð savnað inn til aldurs- og vakstrargreiningar.
Í undantaksloyvinum er ásett, at Fiskaaling í mesta lagi kann taka lívið av 30 sílum árliga.
Havbúnaðarfelagið fíggjar verkætlanina.
Kontaktpersónur: Kirstin Eliasen