Týsdagin 2. desembur skipar Ocean Cluster Faroes fyri tiltaki um rognkelsi og laksalús. Tiltakið verður á Bátasavninum í Leirvík.
Laksalús er helst størsta avbjóðingin hjá alivinnuni. Seinastu árini hava rognkelsi verið nýtt sum lúsatálmari í aliringunum, men hvussu trívast tey og hvussu nógva lús eta tey? Hvat ávirkar lúsaátið og hvat skal til fyri at økja um trivnaðin? Hetta eru nakrir av spurningunum, sum starvsfólk hjá Fiskaaling og Bakkafrost fara at svara á næsta tiltakinum hjá Ocean Cluster Faroes.
Á tiltakinum fer Ása Jóhannesen, granskari á Fiskaaling, at byrja við at greiða frá um lívfrøðina og atburðin hjá rognkelsum. Kirstin Eliasen, granskari á Fiskaaling, sigur so frá lúsaáti og trivnaðinum hjá rognkelsum í aliringunum. Síðani fer Ella Joensen, lívfrøðiligur samskipari á Bakkafrost, at greiða frá um, hvussu rognkelsini roynast í vinnuni og hvørjar avbjóðingarnar eru. At enda fer Amanda Vang, granskari á Fiskaaling, at koma við hugleiðingum og ítøkiligum uppskotum um, hvussu avbjóðingarnar, umvegis gransking, kunnu loysast.
Sum vanligt, verður eisini høvi til ein drekkamunn og eitt prát. Í sambandi við, at hetta er síðsta tiltakið hjá Ocean Cluster Faroes áðrenn jólini, verður borðreitt við ris á la mande og øðrum góðum. Øll eru vælkomin til tiltakið. Vegna korona er tó neyðugt at boða frá luttøku á heimasíðuni hjá Sjókovanum.