fríggjadagur, 25. september 2015
Elma á Geilini Ortind hevur tann 25. september 2015 vart MSc ritgerð við heitinum
Seasonal variations in growth, yield and amino acid profile of sugar kelp
(Saccharina latissima) cultivated in a sound in the Faroe Islands.
Elma hevur lisið matvøruverkfrøði á DTU í Danmark, og serritgerðin hevur verið
skipað sum eitt samstarv millum DTU og Fiskaaling.
Vegleiðarar hava verið Susan Løvstad
Holdt og Charlotte Jacobsen frá DTU og Agnes Mols-Mortensen frá Fiskaaling.
Elma fekk karakter 12, ið er hægsti karakterur, sum givin verður yvirhøvur, fyri ritgerðina.
Elmu verður ynskt hjartaliga til lukku.