mánadagur, 12. desember 2016
Fríggjadagin 9. desembur vardi Elin Djurhuus Samuelsen,
sum fyri kortum varð sett í starv á Fiskaaling, Ph.D.- ritgerð sína við
heitinum "Bioaugmentation of flow-through sand filters – A study of cell
surface properties, adhesion and catabolic gene expression dynamics during
phenoxy acid herbicide degradation” á
Københavns Universitet.
Elin hevur
arbeitt við verkætlanini á GEUS (De Nationale Geologiske Undersøgelser for
Danmark og Grønland) og verið innskrivað á Københavns Universitet. Í verkætlanini eru evnini hjá ymsum bakterium
at niðurbróta ávís dálkingarevni í grundvatninum kannað. Vanliga verða
bakteriur nýttar í biofiltrum til at reinsa ymisk evnir úr vatninum, men tað er
torført at finna bakteriur, sum eru
vælegnaðar til langtíðar brúk.
Í hesum
arbeiðinum hevur ta hepnast at eyðmerkja eina bakteriu við góðum evnum at
niðurbróta ávís dálkingarevni, serliga í sandfiltrum. Harumframt varð eisini
ein ílegu eyðmerkt, ið kann nýtast sum markørur fyri støði av
niðurbrótingarvirkni hjá hesum bakterium.
Royndirnar og
kunnleikin, Elin hevur ognað sær við
hesari Ph.D. verkætlanini, eru sera viðkomandi fyri Fiskaaling og føroysku
alivinnuna, sum økir um alingina á landi í stórum. Henda útbygging setir stór
krøv til reinsianleggini og vitanina til at brúka biofiltrini, sum har
eru. Fiskaaling fegnast um at kunna
bjóða vitan og samstarv fram á hesum øki.
Vit á
Fiskaaling ynskja Elini hjartaliga til lukku við Ph.D. heitinum.