Eins og undanfarnu ár tók Kringvarp Føroya allar framløgurnar á Vísindavøkuni upp. Tær hava síðani verið sendar ein fyri og onnur eftir gjøgnum veturin.
Í morgin, týsdagin 7. februar, er tað Sandra Ljósá Østerø, granskari á Fiskaaling, sum fer at greiða hyggjarum frá afturvendandi kanningum sum Fiskaaling hevur gjørt í eitt heilt ár á Kaldbaksfirði.
Framløgan frá Vísindavøkuni 2022 í Løkshøll.