sunnudagur, 4. desember 2016
Heini Winthereig Rasmussen, vardi ritgerðina "Flow Through and Around a Group of Fish Farming Cages” á Fróðskapursetur Føroya fríggjadagin 2. des., og kann nú kalla seg Ph.D. í havverkfrøði.
Heini W. Rasmussen hevur verið innskrivaður sum Ph.D. lesandi á Fróðskaparsetur Føroya, og hevur havt arbeiðsstað á Fiskaaling.
Í próvnevndini vóru Bárður Niclasen, adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya, Odd Magnus Faltinsen, professari á Norges Tekniske og Naturvitenskapelige Unversitet (NTNU), og David Fredriksson, professari á US Naval Academy, New Hampshire, USA.
Í verkætlanini eru nágreiniligar mátingar gjørdar av, hvussu rákið broytist, meðan tað ferðast ígjøgnum útgerðina á aliøkinum á Gulanum. Síðani er roynt at endurskapa rákið við simuleringum við nýmentum teldumyndlum. Samanberingar eru eisini gjørdar við áður gjørdar mátingar í royndarbrunnum.
Hetta arbeiðið er millum fyrstu royndir yvirhøvur at fremja slíkar simuleringar fyri eitt alibrúk í fullari vinnuligari stødd. Slíkir teldumyndlar eru hent amboð til at gera metingar av sjógóðskuni í einum alianleggi, og hvussu møgulig smitta verður flutt millum ringarnar.
Verkætlanin er fíggjað av Granskingarráð Føroya og P/F Fiskaaling. Vegleiðarar hava verið Knud Simonsen, granskingarleiðari hjá Fiskaaling, Øystein Patursson, granskari á Fiskaaling, og Pascal Klebert, granskari á SINTEF.
Vit á Fiskaaling ynskja Heina hjartaliga tillukku við PhD-heitinum.