Deildarleiðari til Fiskaaling

P/F Fiskaaling søkir eftir leiðara at standa á odda fyri deildini TØKNI á Fiskaaling. Talan er um eitt spennandi starv, har tú saman við starvsfólkunum áhaldandi arbeiðir við at framleiða vitan, sum kann verða grundarlag undir menningini av føroysku alivinnuni.

Starvið

Uppgávurnar, sum deildin hevur ábyrgd fyri, fevna m.a. um aldu- og streymmátingar, trýstmátingar á alinótum, CTD mátingar og súrevnismátingar. Mátingarnar verða brúkar til eitt nú at meta um rákið á firðunum, dimensionering av aliútgerð, og framleiðslu av myndlum.

Granskingin á Fiskaaling hevur givið slóðbrótandi úrslit og verið til stóra nýttu fyri menningina av alivinnuni.

Arbeiðsuppgávurnar á deildini fevna um størri og smærri granskingarverkætlanir, herundir PhD verkætlanir, eins og deildin eisini fremur ráðgevarauppgávur og tænastur fyri alivinnuna, myndugleikar og onnur.

Á deildini TØKNI eru 6 dugnalig starvsfólk. Sum leiðari hevur tú ábyrgdina fyri dagliga virkseminum á deildini. Tú skipar og leggur til rættis ymisku uppgávurnar á deildini og tryggjar soleiðis munadygt arbeiðsumhvørvi, framfýsni og úrslit.

Ein týðandi partur av arbeiðinum er eisini at hava ábyrgd fyri at menna, leiða og taka lut í vísindaligum verkætlanum. Hetta umfatar verksetan av slíkum, skriva umsóknir og at luttaka í altjóða granskingarsamstarvi. Vit gera í hesum sambandi kanningar, skriva vísindaligar greinar, frágreiðingar og tilmæli, eins og vit kunna og undirvísa í viðurskiftum, har Fiskaaling hevur vitan og royndir.

Tú verður partur av leiðslubólkinum á Fiskaaling, hvørs uppgáva m.a. er at skipa karmarnar fyri framtíðar granskingararbeiðið, tryggja tvørdeildarliga samstarvið á Fiskaaling og at menna starvsfólkahópin á ymiskan hátt.

Á Fiskaaling verður tú partur av einum tvørfakligum granskingarumhvørvi, ið framleiðir vitan til varandi aling. Granskingarmálini hjá Fiskaaling fevna um:

  • Burðardygg nýtsla av alifirðum
  • Aling á landi
  • Fiskavælferð
  • Lús og smitta
  • Nýggjar framleiðslumøguleikar

Førleikar          

Umsøkjarar skulu hava akademiskt prógv í havfrøði, verkfrøði ella líknandi. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur PhD útbúgving, umframt leiðsluroyndir, royndir at leiða granskingarverkætlanir og skriva umsóknir til granskingargrunnar. Tú ert tænastusinnað/ur og arbeiðir miðvíst fyri at skapa úrslit, hóast fortreytir kunnu skifta og vera avbjóðandi.

Tú hevur áræði og visjónir at menna vitan til varandi aling, eins og tú dugir at samskifta á høgum, fakligum støði og at miðla vitanina út á ein einfaldan og nýtiligan hátt. Persónligu eginleikar tínar umfata ágrýtni, hjálpsemi og miðvíst arbeiðslag, eins og tú ert eitt gott íkast til trivnaðin millum starvsfelagarnar á Fiskaaling.

Umsókn           

Umsóknin skal sendast til fiskaaling@fiskaaling.fo. Freistin at søkja er 22. mars 2020. Við umsóknini skulu viðfestast avrit av prógvum, lívsrensli (CV), umframt møgulig viðmæli og vísindalig avrik.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jóhonnu Lava Køtlum, stjóra, á tel. 774 747 ella johanna@fiskaaling.fo

Løn og setanarviðurskifti

Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja skjótast til ber, men vit hava eisini møguleika at bíða eftir rætta persóninum. Roknast skal við bæði sjálvstøðugum arbeiði og í toymum á skrivstovu, umframt feltarbeiði og altjóða ferðing. Lønin verður ásett sambært avtalu.

Um Fiskaaling

Fiskaaling heldur til við Áir og á granskarasetrinum iNOVA. Eisini hava vit eitt leigumál á Búnaðarstovuni, ið fevnir um verkstað og goymslu. Við granskingarfarinum Andrias Reinert hava vit møguleikar at gera kanningar á firðunum.

Á Fiskaaling starvast áleið 30 starvsfólk, sum eru skipað í fýra fakdeildir: Fiskaheilsa, Biotøkni, Umhvørvi og Tøkni.

P/F Fiskaaling er skipað sum partafelag, sum Føroya landsstýri eigur. Endamál felagsins er, smb. løgtingslóg: “at granska, menna og ráðgeva innan aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni; at reka vinnuligt virksemi innan hetta virkisemisøki; og annað starv í hesum sambandi.”

Virðisgrundarlag

Á Fiskaaling er:

  • felagsandi við virðing, hjálpsemi og áliti
  • samskiftið vinarligt og erligt
  • rúm fyri ymiskleika, menning og fakligum frælsi

Les meira her á heimasíðuni.