Brævbjálvarnir við sílaroðslu skulu vera inni 1.desember

Sjósílaverkætlanin hjá okkum í Firum heldur fram, og vit vilja framvegis heita á sílafiskarar um at taka lut í sjósílaverkætlanini, hvørs endamál er at kanna umstøður og livihátt hjá føroyskum sjósílum.

Sjósílaverkætlanin er ein týðandi liður í arbeiðnum at fáa grundleggjandi vitan um sjósíl til vega. Tað er Havbúnaðarfelagið, sum fíggjar verkætlanina, og øll, ið hjálpa til í kanningini, eru við í lutakastinum um 10.000 skattafríar krónur. Tú skalt bara senda okkum í Firum brævbjálva við roðsluroyndum og uppmátingum av sílum. Firum hevur framleitt serligar brævbjálvar til høvið, og vit rinda eisini postgjaldið. Vegleiðing er at finna her. 

Brævbjálvar við roðsluroyndum og uppmátingum skulu vera Firum í hendi í seinasta lagi 1. desember 2024. Fríggjadagin 13. desember klokkan 13:00 verður drigið millum innkomnu brævbjálvarnar.

Brævbjálvar fáast ókeypis kring landið á hesum støðum:

  • Magn, Trongisvágur
  • Hjá Rólant, Sandur
  • Jógvan Weihe, Tórshavn
  • Effo, Kollafjørður
  • Effo, Skálafjørður
  • Stanley, Norðskáli
  • Berglon, Klaksvík

Luttakarar kunnu eisini skriva navn og bústað til okkara á fiskur@firum.fo, so senda vit brævbjálvar.