mikudagur, 5. november 2014
Borgarstjórin í Sands kommunu fegnast um, at gongd er komin á alivinnu í kommununi. Tað skal ikki skorta upp á vælvild frá kommununi, sigur hann. Millum annað verður nýggj landstøð bygd Úti í Støð.
Heima á Sandi fegnast tey um, at Marine Harvest nú fer í gongd við at leggja aliringar út á Sandsvág. Fyribils verða tað tómir ringar, sum lagdir verða út til at kanna viðurskiftini gjøllari. Men útlit eru til, at verulig vinna spyrst burturúr, sigur vónríki borgarstjórin í Sands kommunu, Brandur Sandoy.
Eitt tað fyrsta verður, umframt at leggja ringarnar út á vágni, at byggja eina nýggja landstøð. Hon skal byggjast Úti í Støð. Har á leið, sum Sildberin liggur nú, sigur hann.
Tað ber ikki til at brúka nakran av verandi bygningum á havnarlagnum, tí tað, sum brúkast kann, verður í dag brúkt sum goymslubygningur hjá handilsvinnuni, og av útróðrarmonnum.
Borgarstjórin veit ikki um nakran, sum er ímóti tiltakinum. Fyri nøkrum árum síðan varð gjørd ein roynd við aling á Sandsvág. Men tá komu mótmæli, sum millum annað vístu á, at alingin kundi fara at skaða sílastovnin í Sandsvatni.
"Eg gangi út frá, at Vinnumálaráðið hevur havt hesa ætlanina, sum nú er, til hoyring hjá øllum viðkomandi pørtum. Og vit hava einki frætt um, at nakar er ímóti henni”, sigur borgarstjórin í Sands kommunu.
Ætlanin hevur umfatað aling á Sandsvág og norðuri móti Salthøvda. Men fyribils verða bara gjørdar royndir á vágni, veit Brandur Sandoy at siga.