Sílini verða vigað og mátað, og nakrar roðslur verða koyrdar í ein serligan brævbjálva og verða síðani granskaðar nærri seinni.

Betri vitan um føroysk sjósíl

GRANSKING: P/F Fiskaaling hevur sílafellu undir niðaru brúnni yvir Sandá. Hetta er liður í verkætlan um kanning av føroyskum sjósílum.

Vitanin um sjósíl í føroyskum vøtnum og sjógvi er sera avmarkað. Fiskaaling fór tí í 2019 undir eina verkætlan, har endamálið er at fáa grundleggjandi vitan um sjósíl til vega. Henda verkætlanin heldur nú fram í 2021.

Sílafellan, sum er sett upp í Sandá, savnar síl, ið eru á veg á sjógv. Hvønn morgun verður fellan kannað, og granskarar gera mátingar av sílunum og taka roðslu at kanna nærri.

Úrslitini koma síðani at siga nakað um, nær smoltið fer á sjógv, og um longd, vekt, konditión og aldur. Verkætlanin fer við hesum at kunna meta um ferðingarmynstur og trivnað. Sílafellan verður í hesum umfarinum standandi til juli 2021. Tað er Havbúnaðarfelagið, ið fíggjar verkætlanina.

10.000 kr. at vinna

Sum liður í verkætlanini verða sjósíl á sjónum eisini kannaði. Umframt at Fiskaaling savnar inn eitt góðkent tal av sjósílum við gørnum, kann ein og hvør, ið fær síl, savna inn roðslu til Fiskaaling og vera við í lutakastinum um 10.000 skattafríar krónur. Drigið verður um vinnandi brævbjálvan í desembur mánaði.

Les meira um kappingina her.

Ársfrágreing 2020

Í nýggjastu ársfrágreiðingini fyri granskingarverkætlanina ber til at samanbera úrslitini frá bæði 2019 og 2020. Her sæst m.a., at munur er millum árini viðvíkjandi nær á árinum sjósílini fara á sjógv á fyrsta sinni. Vit síggja eisini, at aldurin á sjósílunum, tá ið tey fara á sjógv fyrstu ferð, áhaldandi sæst aftur í støddini hjá teimum.

Sjósílini høvdu flest lýs í juni/juli, og tá ið flest sjósíl høvdu lýs, høvdu 78% av teimum lús. Munur millum árini sæst eisini aftur í vøkstur tað fyrsta árið á sjónum og í hvat, tey høvdu etið.

Ársfrágreiðingin kann lesast her.

Sílafellan við Sandá stendur bert uppi, so leingi verkætlanin er virkin.

Sílafellan verður kannað hvønn morgun. Tað er ymiskt, hvussu nógv síl koma í felluna.

Ein heldur óvanlig 'skrivstova'.

Kim S. Gerlach Bergkvist, PhD, er eisini kanningarfólk hjá Fiskaaling.

 

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at seta seg í samband við Kirstin Eliasen, deildarleiðara og granskara á Fiskaaling, tlf. 77 47 03, kirstin@fiskaaling.fo.